SSL biður nólsoyingar um umbering

Tað fall onkrum ferðandi fyri bróstið, at ov nógv fólk vóru umborð á Jósupi á veg til Nólsoyar fríggjakvøldið.

 

Eitt av ferðafólkunum greiddi útvarpinum á middegi frá, at hann ringdi til ein, sum hann visti stóð á kaiini í Nólsoy um at telja, hvussu nógv fólk vóru við. Hann taldi upp í 83 ella 84. Og tá báturin bara er góðkendur til 70 fólk, so var talan um ein álvarsligan feil.

 

– Vegna Strandferðsluna og útleigara av bátinum biða vit fólk umbera støðuna, sum kom í fríggjakvøldið, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni í samrøðu við Rás2.

 

Hann vísti á, at talan var um ein serliga dag fríggjadagin.

 

– Fram til 1. oktober hevði báturin loyvi til at hava 88 ferðandi umborð, men eftir 1. oktober er hann bara góðkendur til 70 ferðandi. Har er so hendur ein samskiftisfeilur, sigur hann.

 

Hóast bert loyvi at flyta 70 ferðandi, so hevur Jósup bjargingarútgerð til 88 fólk, sum hann er góðkendur til summarhálvuna.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuan við Jens Petur Abrahamsen.