SSL: seinkingar ella avlýsingar kunnu væntast

Kavi, glerstoytt og vindur í støðum.

Soleiðis er støðan kring landið, tó kanska serliga í norðurøkinum, meðan eittnú suðurøkið tykist vera sloppið eitt sindur lættari, tí hóast har eisini er kavi, so er langt frá líka nógv niðurkomið, sum longur norðuri í landinum.

SSL boðar á síni heimasíðu í kvøld frá, at seinkingar, broytingar ella avlýsingar kunnu vætntast í morgin, 9. apríl.

Og hetta er galdandi fyri allar leiðir, bæði oyggjaleiðir og bygdaleiðir.