Øssur Berghamar 70 ár

Mánadagin 13. februar verður Øssur Berghamar 70 ár. Hann hevur í næstan fjøruti ár arbeitt sum trúboðari á flatlondum.
Vøggan stóð í Rættará í Havn. Foreldrini vóru Tinna og Sigurd Berghamar, sum seinni bygdu á Dalavegnum. Tey fingu fýra børn: Gunnvør, Øssur; Rúna og Erla.
Eftir skúlagongdina lærdi Øssur í Sjóvinnubankanum, og so arbeiddi hann sum skrivstovumaður.
Tað liggur væl fyri at fáast við sang og tónleik, og tað var heilt tíðliga, at Øssur var við til at mynda henda partin av samkomulívinum í Ebenezer. Hann sang við og stjórnaði onkuntíð sangkórinum, men tað var serliga í bíbliuflokkinum, sum Petur Háberg hevði ábyrgdina av, at Øssur arrangeraði og legði til rættis. Hann sang og spældi saman við øðrum, og miðskeiðis í seksti árunum vórðu Sangbrøður við Øssuri sum oddamanni kendir um alt landið. Fram til fyrst í sjeyti árunum góvu teir tríggjar plátur út, og tað var ikki frítt, at sniðið var eitt sindur øðrvísi, enn tað var vanligt tá í tíðini.
20. juni í 1970 giftist Øssur Susan Pope í London. Tey búsettust í Havn, men í 1972 fluttu tey til Danmarkar, og har hava tey síðani búleikast. Operation Josva, sum var evangeliskt tiltak kring alt landið, helt til í Odense, og fleiri føroyingar vóru partur av tí arbeiðnum. Tað var meðan Susan og Øssur í eitt ár vóru við í hesum arbeiðnum, at hugsanin búnaðist um, at tørvur var á arbeiði millum føroyskar útisetar.
Á sumri í 1973 fluttu tey til Keypmannahavnar, og í íbúð á Oxford allé á Amager fóru tey undir verkið, sum tey síðani hava verið partur av, og sum hevur verið teirra lív. Kristnastova varð karmur um kristiligt og sosialt arbeiði millum føroyingar í danska høvuðsstaðnum og kring alt Danmark.
Málið hevur alla tíðina verið at savna og í andaligum felagsskapi at fjálga um útisetar. Ikki minst teir sum eru undir lestri. Í 1979 vórðu størri høli keypt á Birmavej 36 á Amager, og tignarligu húsini har við merkinum í húnarhátt eru framvegis karmur um samkomur fyri føroyingar. Eisini teir, sum eru fast búgvandi, og sum nakrar ferðir um árið savnast til eldrasamkomur.
Tey eru so ógvuliga mong, sum kunnu skriva undir uppá, hvussu stóran týdning arbeiðið í Kristnastovu hevði og hevur, eisini á tann hátt, at tað var her, at tey lærdu at taka ábyrgd í samkomuvirki.
Ein annar og ikki minni týdningarmikil og krevjandi partur av arbeiðnum er vitjunartænastan millum tey, sum eru í Keypmannahavn og søkja sær heilsubót. Mong minnast aftur á, tá ið tey sjálvi ella saman við sínum næstu vóru í sjúkraørindum niðri og kanska kendu seg sperd, at Øssur á sín friðsama, varisliga og álitiskveikjandi hátt hugdi inn á sjúkrastovuna og í samrøðu og við serligum evnum at liva seg inn í støðuna uppmuntraði, eitt nú við einum bíbliuorði og bøn. Ella tey hava verið við til andaktir, sum Øssur saman við øðrum úr Kristnastovu í mong ár hava havt á Hotel Tórshavn.
Og so eru tað allar hinar uppgávurnar: at vitja tey, sum sita einsamøll, at taka sær av teimum, sum eru komin illa fyri, at vera við til stevnur og samkomur kring landið, og eisini á ferðum til Føroya at vera saman við teimum, sum leingjast eftir linna og troyst.
40 ár eru ikki fjøruti dagar. Sum drangar í brimi hava Susan og Øssur staðið trúføst í hesum kallinum á flatlondum, og tað gera tey framvegis, hóast leiðslan í Kristnastovu er farin á yngri herðar, og tey bæði eru flutt út í Ganløse at búgva.
Gávurnar at yrkja og at komponera og harmonera løg eru ógvuliga góðar. Tað hanga ikki lepar við tí, sum Øssur letur úr hondum, og yrkingar og løg hjá honum eru vorðin fólkaogn. Eitt nú Nú er summartíðin gylta, Sum Kristi samkoma á jørð, Eigur tú tann vin og jólasangurin Kvirra um fjøll og fløtur, sum nú eisini verður sungin á norskum. Hvør á sín hátt bera hesir og allir hinir sangirnir hjá Øssuri boð um, hvat tað er, sum er drívmegin og orkuveitarin í arbeiðnum hjá 70 ára føðingardagsbarninum.
Susan og Øssur eiga tveir synir – Andrew og Kristin Filip, sum báðir búgva í Jyllandi. Andrew, sum er føddur í 1971, er giftur Saru. Hon er hálv føroysk og hálv íslendsk og uppvaksin í Íslandi og í Esbjerg, har tey nú búgva. Sara og Andrew eiga fýra børn - Hannah, Eva, Miriam og Noah.
                      Kristin Filip, sum er føddur í 1975, býr í Randers. Hann er giftur Sóley, ið er ættað úr Klaksvík. Døtrarnar hjá teimum eru Vanja og Susan.
Góði Øssur! Í fleiri ættarlið hevur okkara familja – heilt frá 1973 og framvegis – notið gott av arbeiðnum í Kristnastovu og tykkara lívsuppgávu. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á sjeyti ára degnum, skyldmaðurin, og vit takka tær og Susan fyri vinalag og samstarv í so mong ár.
-----
Sanna og Jóannes Hansen