Øssur er aftur á landsliðnum

Løtan verður ikki hildin at vera tann rætta at gevast hjá veteraninum, sum sunnudagin vísti landsliðsvenjaranum, at hann er so væl fyri, sum hann kanska ongantíð hevur verið áður

LANDSLIÐIÐ

Henrik Larsen, landsliðsvenjari, var í Runavík sunnudagin. Tveir av hansara monnum vóru á B68 liðnum, og fleiri av landsliðsmonnunum vóru á NSÍ liðnum.
Men tann, sum hevði størsta áhugan eftir dystin, var Øssur Hansen. B68 veteranurin, sum hevur spælt 49 landsdystir, var framúr, og Henrik Larsen vildi ógvuliga fegin hava B68 mannin við á uttanlandsferðina í komandi viku.
? Øssur Hansen er ein fínur spælari. Hann hevur royndirnar, hann torir at taka ábyrgd, og hann vísti aftur hesa ferð, at hann eisini er málsøkin, heldur landsliðsvenjarin.
Og Øssur Hansen hevur nú játtað at koma við á landsliðsferðini til Litavia og Týskalands:
? Eg havi í morgun tosað við Jógvan Martin Olsen, og eg havi boðað honum frá, at eg eri tøkur til hesar báðar dystirnar í heyst, segði Øssur Hansen fyrrapartin í gjár.
Iðrar tú teg um, at tú fyrr í summar gav avboð til landsliðið?
? Nei, tað geri eg ikki. Eg havi havt og havi framvegis ta fatan, at tað ikki fara at verða stundir til landsliðsfótbólt so leingi afturat. Tað vil siga, at eg rokni ikki við, at tað verða stundir til meiri landsliðsfótbólt enn tað, sum er á skránni í heyst.
Roknar tú við at sleppa at spæla í Litavia og Týskalandi?
? Tað er venjarin, sum setur liðið. Men tá teir hava heitt á meg um at koma við, so rokni eg faktiskt við, at tað er fyri at spæla.
Kennir tú teg noyddan at fara avstað?
? Yvirhøvur ikki. Teir hava spurt meg, um eg eri áhugaður at vera við, og eg havi játtað, tí eg eri áhugaður. Eg gleði meg at spæla. Um alt gongur væl, so verður dysturin ímóti Týskalandi tann síðsti. Tað verður eitt stórt upplivilsi.

Betri fyri enn nakrantíð
Jógvan Martin Olsen, venjarin hjá NSÍ ásannar, at Øssur Hansen var ein boysin mótstøðumaður hjá NSÍ sunnudagin. Og Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari á landsliðnum, heldur, at tað hevði verið burturvið hjá føroyska landsliðnum at farið av landinum, meðan ein spælari á tí støðinum, sum Øssur Hansen er á í løtuni, hevði verið eftir í Føroyum:
? Øssur er í fullgóðari venjing. Hann hevur síðstu vikurnar skorað fleiri mál ? trý ímóti VB og eitt ímóti NSÍ ? og hann spælir við stórari spæligleði og størri sjálvsáliti enn nakrantíð. At hann ætlar sær at gevast á landsliðnum av øðrum orsøkum, tað skilja vit væl, og vit virða avgerðina, men vit hava hildið, at tað er rættari hjá honum at gevast, tá tað verur farið undir nýtt kappingarár, heldur enn at gevast upp undir endan á árinum, tá hann er í so góðari venjing, sum hann er í nú.
Landsliðsvenjarin fór fyrrapartin í gjár av landinum aftur. Í morgin fara vit ivaleyst at frætta, hvørjir teir seytjan spælararnir verða, sum saman við Øssuri Hansen skulu til Litavia og Týskalands.
Landsliðið fer avstað mikudagin í komandi viku, og dystirnir vera spældir í Litavia annan leygardag og í Týskalandi mikudagin í aðru viku.