Um eina viku verður eitt nýtt listarverk avdúkað í Sdr Omme Statsfængsel í jútlandi í Danmark. Tað er Øssur Mohr úr Fuglafirði, sum hevur gjørt verkið, og í hesum døgum er hann staddur í fongslinum, har hann leggur seinastu pensilsstrokini á.
- Stjórin í fongslinum var í Føroyum í fjørsummar, og tá bað hon meg gera ein málning til mammu sína. Tá ið hon var komin niður aftur, vendi hon sær aftur til mín og spurdi, um eg hevði áhuga í at gera eitt verk til ein nýggjan skrivstovubygning í fongslinum. Tað helt eg ljóðaði sera áhugavert, greiðir Øssur Mohr frá.
Partarnir tosaðu aftur og fram og samdust um, at Øssur Mohr skuldi prýða ein stóran vegg í kantinuni í hesum nýggja fongsulsbygninginum.
Fekk hugskotið beinanvegin
Tá ið Øssur Mohr fyrstu ferð vitjaði í bygningnum og sá veggin, har hansara verk skuldi hanga, fekk hann beinanvegin hugskotið um, hvat hann skuldi gera.
- Eg slapp sjálvur at gera av, um eg gjørdi ein stóran málning, ella brúkti veggjaplássið á annan hátt, og mítt hugskot var beinanvegin at gera tríggjar málningar, sigur Øssur Mohr.
Eftir at hava gjørt nakrar skitsur og víst tær fyri leiðsluni í fongslinum, fór Øssur í holt við málningarnar.
- Verkið skal ímynda kenslurnar, sum tey, ið verða sett í fongsul, fara ígjøgnum. Fyrsti málningurin er myrkur og dapur og skal ímynda tankar og kenslur hjá fólki, ið verða sett inn. Síðani er ein nakað ljósari málningur, sum gevur ábendingar um, at ljós er fyri framman. Tann triði málningurin ímyndar leysgevingina, tá ið fólk fáa ein nýggjan møguleika og sjálvi kunnu avgera, hvussu leikur fer frameftir.
Hevur flutt verkini
Øssur Mohr hevur gjørt alt tað innleiðandi arbeiðið við málningunum í sínum atelieri, men í vikuni vóru málningarnir fluttir til Sdr Omme Statsfængsel, har Øssur skal gera teir lidnar.
- Málningarnir eru stórir, og teir fylla nógv í atelierinum, so tað kann verða eitt sindur trupult at ganga burtur frá teimum, og tí havi eg ynskt at fingið eina viku at arbeiða við teimum á staðnum, har teir skulu hanga, sigur Øssur Mohr.
Mikumorgunin var hann fyrstu ferð í Sdr Omme Fængsel og arbeiddi, og hann heldur seg vera komnan væl ávegis.
- Nú havi eg sæð málningarnar á rætta staði, og tað er ikki tað stóra, eg skal gera við teir afturat, sigur hann.
Teir tríggir málningarnir eru 3m x 2,5m til støddar, og fríggjadagin í næstu viku verða teir alment avdúkaðir. Leiðslan fyri Sdr Omme Statsfængsel hevur fylgt arbeiðnum hjá Øssuri, og tey hava tí eina góða hóming av, hvussu verkini koma at taka seg út.
- Hetta hevur verið ein sera spennandi uppgáva, og verkið hevur fylt nógv í huganum seinastu tíðina. Nú tað nærkast, at málningarnir skulu avdúkast, eri eg spentur at síggja endaliga úrslitið og hoyra, hvat fólk halda, sigur Øssur Mohr.