Øssur og Schumann eiga nú Bilasøluna

Týsdagin 12. apríl keypti Schumann Hjaltalin helminigin í Bilasøluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík. Øssur Johannesen, sum hevur átt og rikið fyritøkuna síðan 1994, er væl nøgdur við at hann og Schumann nú kunnu reka fyritøkuna saman

Bilasølan v. Øssur Johannesen hevur verið fyri stórum broytingum seinasta árið. Í fjør fekk Bilasølan umboð fyri Mazda bilarnar afturat bilmerkjunum Audi, VW og Seat, sum fyritøkan umboðar, og nú hevur handilsmaðurin og fyrrverandi býráðslimurin í Havn, Schumann Hjaltalin, keypt helmingin av fyritøkuni í Hoyvík.

Schumann er útbúgvin bilmekanikari og hevur arbeitt í nógv ár sum sølumaður innan bilvinnugreinina. Seinnu árini hevur hann verið annar av eigarunum av Handilskjarnanum í miðbýnum i Havn, sum aðrir nú hava keypt. Schumann hevur í longri tíð havt eitt ynski um aftur at sleppa at virka í bilavinnuni.

Øssur og Schumann siga, at stórar avbjóðingar eru fyri framman, og kappingin er hørð á bilmarknaðinum, men teir hava góð kort á hondum, fyritøkan er í vøkstri, teir hava góð bilmerkir, har fleiri nýggj bilmodell eru á veg, umframt at nýggjur framsýningarbygningur verður bygdur í summar.

Øssur Johannesen, sum hevur átt og rikið fyritøkuna síðan 1994, er sera væl nøgdur við at hann og Schumann nú kunnu reka Bilasøluna saman, og roknar hann við einum spennandi samstarvi.