Øssur og stjørnurnar

15 ára gamli NSÍ spælarin og Arsenal viðhaldsmaðurin fekk góðan fong, tá ið hann mikukvøldið var í leiklutinum sum myndamaður

HEIMSSTJØRNUR OG NSÍ DRONGUR

Hann hevur spælt fótbólt, síðani hann dugdi at ganga, og síðani hann var lítil smádrongur hevur hann hildið við Arsenal. Tað hevur ikki altíð verið so hugaligt, tá ið tey flestu í nærumhvørvinum hava hildið við Manchester United og kanska Liverpool. Men nú er tað hugaligt at vera Arsenal viðhaldsmaður.
Á franska landsliðnum eru tríggir Arsenal spælarar. 15 ára gamli Øssur Dalbúð í Runavík - tað er hann, sum er umrøddur omanfyri - vildi fegin koma tætt at teimum trimum, táið teir vóru í Føroyum. Týsdagin bað hann um kjans á manningini hjá Sosialinum mikukvøldið. FSF aðalskrivarin var lagaligur, so hetta bar til, og úrslitið av virkseminum hjá unga NSÍ álopsspælaranum og Arsenal viðhaldsmannininum eru myndirnar á hesi síðuni.
Saman við einstøkum øðrum fjepparum var Øssur á Hotel Føroyum, tá ið franska landsliðið fór avstað til landsdystin. Har hitti hann Henrik Larsen, venjaran hjá føroyska liðnum, sum hann varð avmyndaður saman við. Eitt umboð fyri franska fótbóltssambandið var ikki so fegið um, at myndir vórðu tiknar, men Øssur fekk mynd eitt nú av Thierry Henry, sum hann heldur serliga nógv av.
Eftir dystin var hann millum fronsku og føroysku tíðindamenninar, sum tosaðu við og tóku myndir av fronsku spælarunum.
Øssur greiðir soleiðis frá:
- Hetta var orduliga spennandi. Fyrst kom Vieira út, og so fóru allir yvir til hansara. Eg stríddist fyri at sleppa tætt at honum, og tað eydnaðist. Tá ið so Henry kom út, lupu allir yvir til hansara. Eg visti, at Vieira er ógvuliga stórur, men eg var ikki greiður yvir, at Henry og serliga Robert Pires eru so stórir. Pires kom síðst. Allir vildu tosa við hann eisini. Hann var í keppi, og hann hevði góða tíð. Eg hevði tikið Arsenal troyggjuna hjá mær og ein tusj penn við, og hann skrivaði á troyggjuna. Tíverri bar tað mær ikki til at taka bílæt av tí.
Hvat annað legði tú til merkis?
- Teir vóru fittir og avslappaðir. Tá ið teir fóru av Hotel Føroyum og í bussin, tosaðu teir allir í fartelefon. Teir høvdu allir sama slag av telefon. Tær sóu orduliga flottar út. Eg giti, at tær vóru frá onkrum sponsori.
Øssur Dalbúð fylgir væl við, hvussu tað gongst hjá Arsenal. Hann vónar, at tað fer at ganga væl hjá teimum í Europa Cup.
- Eitt, sum eg haldi, var merkiligt mikukvøldið, var, at Frakland hevði tríggjar liðformenn, og at tað vóru allir spælararnir hjá Arsenal. Vieira var liðformaður, inntil hann varð vístur út. So var Thierry Henry liðformaður, og tá ið hann varð skiftur út, gjørdist Robert Pires liðformaður.
Í dag klokkan trý fer Øssur at fylgja við, tá ið fronsku stjørnurnar fara at spæla við Arsenal á útivølli ímóti Fulham.