Í ÍtróttarSosialinum, sum kom í handlarnar í gjár, stóð at lesa, at NSÍ var áhugað í at knýta áleyparan, Øssur Dalbúð, afturat hópinum til komandi kappingarár. Øssur Dalbúð er uppvaksin í NSÍ, og í samrøðu við Rás 2 eftir kappingarárið, segði Arnfinn Langgaard, formaður í NSÍ, at NSÍ fyrst og fremst dyrgdi eftir leikarum, ið vóru uppvaksnir í felagnum.
Fyri viku síðani knýtti NSÍ landsliðsmiðverjan, Jóhan Troest Davidsen afturat hópinum, sum somuleiðis er uppvaksin í NSÍ. Tí tykjast søgurnar um at Øssur Dalbúð nú fer at venda aftur til barndómsfelagið trúligar.
Men Øssur Dalbúð, sum í løtuni er staddur í Danmark í lestrarørindum, fer onga avgerð at taka enn. Tað sigur hann í stuttari viðmerking við in.fo. Hann ætlar sær fyrst at fáa skúlaviðurskitini uppá pláss, áðrenn hann tekur eina avgerð um hvar hann fer at spæla komandi kappingarár.
Víðari váttar Øssur Dalbúð fyri in.fo, at hann hevur fyrispurningar frá øðrum feløgum enn HB, ið hann spældi fyri í júst farna kappingarárið.
Øssur Dalbúð er 28 ára gamal, og hevur umboðað NSÍ, ÍF og HB higartil í bestu føroysku deildini.