Øssur Gudmundarson er føddur á Tvøroyri og er yngstur av fýra systkjum. Foreldur hansara eru Petrina og Gudmund Gudmundarson, sum í dag eru búsitandi í Hvalba.
Sum mong onnur menningartarnað tá í tíðini, flutti Øssur sum 2 ára gamal til Danmarkar at búgva. Øssur kom aftur til Føroya at búgva í 1973, og hevur hann millum annað búð á Eirargarði, men síðan 1988 hevur hann búð á Sambýlinum á Mýrini, á Mýrini 4-6 í Hoyvík.
Øssur er í allar mátar ein familjukærur, fryntligur, røkin og sera virkin maður, hann arbeiðir dagliga á Verkstaðnum Vón á Argjum, har hann fæst við at hølva pelar (prestar) til LV. Áhugin fyri ítróttinum er stórur, bæði sum aktivur luttakari og áskoðari.
Hvønn vetur sæst Øssur í svimjihøllini í Havn, á hestbaki í ríðihøllini hjá Berghestum omanfyri Marknagil og í høllini á Læraraskúlanum til stavbólt og boccia. Øssur er ein av okkara fremstu í boccia, hann hevur luttikið í fleiri kappingum uttanlands umboðandi ÍSB. Sum HB-Stuðul hevur Øssur helst vitja allar fótbóltsvøllir í landinum, og genturnar á Jarnbardi hava ført hann til nógvar stevnur tey seinastu árini. Í stuttum kann nevnast, at Øssur eisini er ein ferðamaður burturav, burturi sum heima.
Hóast Øssur hevur so nógv um at vera og kann tykist eitt sindur sjálvsøkin í tí dagliga, er hann ein undangongumaður á Mýrini. Hann dugir stak væl at fáa tíðina at strekkja til allar sínar uppgávur í sambýlinum og altíð eitt sindur afturat.
Takk fyri tað tú er fyri okkum bú- og starvsfólk og hjartaliga tillukku við degnum.
Opið hús verður í HB húsinum fríggjadagin 19. august frá kl. 17.