Orka
Rógvi Nybo
- Eingin avgerð er eisini ein avgerð um einki at gera. Tað segði Vilhjálmur Nielsen, orkuráðgevi, í sínum viðmerkingum til málini hjá Tjóðveldi um minkingar av CO2 útláti og menning av varandi orku, sum hava verið viðgjørd í Løgtinginum í gjár og í dag.
Hann sóknast eftir at ein avgerð verður tikin í spurninginum um, hvat føroyingar vilja viðvíkjandi framtíðar orkuspurningum, tí bara at tosa um ymiskar loysnir, loysir eftir hansara tykki ongan trín
- Ein elkaðal til Íslands hevur verið nevndur sum ein møguleiki fyri at fáa reina orku og gera seg óheftan av olju á landi. Tosið um henda kaðalin forðar fyri at tiltøk verða sett í verk fyri av álvara at menna varandi orku og orkusparingar í Føroyum, sigur Vilhjálmur Nielsen í sínum tilmæli til rættarnevnd Løgtingsins.
Kunnu standa tómhent í desember
Í desember verður stór veðurlagsráðstevna í Keypmannahavn. Tá verður ein nýggjur sáttmáli um útlát av veðurlagsgassum, sum skal koma ístaðin fyri Kyoto-sáttmálan, helst undirskrivað.
Føroyar verða eisini ein partur av hesi ráðstevnu, og verður eingin avgerð tikin skjótt, óttast Vilhjámlur Nielsen, at vit koma at standa tómhent niðri í Keypmannahavn, við bara práti um kjarnorkuverk og íslandskaðal at vísa á.
Eisini umhvørvisovastin í ST, Yvo De Boer, heldur, at tað týdningarmesta er at fáa greiðu á, hvønn veg stjórnirnar vilja.
- Tá eg tosi við vinnulívsfólk, fái eg ta fatan, at tey ynskja greið boð í Keypmannahavn. Um tú ert við at gera íløgur, til dømis í orkugeiran, í orkuverk, sum fara at standa har tey næstu 30 til 50 árini, hevur tú veruliga ikki ráð til at bíða og bíða og víða eftir, at stjórnirnar siga, hvørja leið tær hava hug at ganga í hesum spurningi, sigur Yvo De Boer við heimasíðuna hjá ráðstevnuni, www.cop15.dk.
Týðandi avgerð takast í dag
Í gjár var eitt mál fyri á tingi, har Tjóðveldi mælti Løgtinginum til at samtykkja at heita á landsstýrið um í hesi tingsetuni at leggja fyri Løgtingið frágreiðing við uppskoti um, hvussu vit minka um útlátið av CO2 á sjógvi og landi.
Hetta uppskot varð felt, við teirri grundgeving, at landsstýrismaðurin í løtuni arbeiðir við spurninginum um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk fyri í breiðum høpi, bæði sum nú er og sum frálíður at minka um útlátið av CO2.
Hetta kundi týtt á, at uppskotið varð felt, tí tað kom frá andstøðuni, og tað helt Vilhjálmur Nielsen verða synd, orsakað av at tað er alneyðugt at fáa stungið út í kortið, hvat mann vil. Tó er ikki alt, ið bendir á at tað var so.
Í dag verður hitt uppskotið hjá Tjóðveldi, um menning av varandi orku, fyri á tingfundi. Og alt týðir á, at Løgtingið í dag fer at taka ta týðandi avgerð at samtykkja uppskotið.
Ein samd rættarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Nevndin vísir í hesum sambandi á týdningin av, at man frá almennari síðu kemur við greiðum útmeldingum viðvíkjandi spurninginum um menning av varandi orkukeldum og almenna leiklutinum í hesum sambandi, og at hesar útmeldingar verða grundaðar á eina breiða politiska semju.
Tá blaðið er farið til prentingar, hevur málið ikki verið fyri enn. Men velur løgtingið at samtykkja uppskotið, metir Vilhjálmur Nielsen tað sum eitt stórt frambrot, tí tá meldar mann út, hvat tað er mann vil.
- Tað er tvístøðan, har tú ikki veit, hvat tú vil, ið er skaðilig. Tað er neyðugt at ein greiður málsetningur verður gjørdur framyvir, so tú veit, hvat fer at henda. Tað er eisini neyðugt at taka yvirskipaðar avgerðir og fylgja teimum, sigur Vilhjálmur Nielsen, orkuráðgevi.