ST-aðalskrivarin er á veg til Ukraina

António Guterres hevur verið í Póllandi í dag og er væntandi til Ukraina seinni í dag. Sambært ætlanini skal hann hitta Volodymyr Zelenskyj fyrrapartin í morgin.

Seinnapartin í dag vita útlendskir miðlar at siga, at ST-aðalskrivarin, António Guterres, er á veg til Ukraina, har hann skal hitta forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj.

 

Hetta verður triðja vitjanin hjá honum í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, síðan Russland leyp á landið hin 24. februar í fjør.

 

Samrøðurnar millum forsetan og ST-aðalskrivaran skulu eitt nú snúgva seg um eina endurnýgging av avtaluni, sum tryggjar útflutningin av korni úr Ukraina.

 

Tað sigur eitt talsfólk fyri ST.

 

António Guterres hevur verið í Póllandi í dag og er væntandi til Ukraina seinni í dag. Sambært ætlanini skal hann hitta Volodymyr Zelenskyj fyrrapartin í morgin.

 

Umframt at tosa um kornútflutningin, skulu teir báðir eisini tosa um onnur viðkomandi mál, verður sagt.

 

ST-aðalskrivarin hevur fleiri ferðir víst á menniskjansligu líðingarnar, sum standast av krígnum. Hann hevur fordømt innrásina og sagt, at hon er brot á fólkarættin og ST-samtyktir.

 

Í einari røðu í ST-trygdarráðnum í februar segði António Guterres, at helmingurin av ukrainsku børnunum eru rikin úr egnum heimi, og at hesi eru í vanda fyri valdsnýtslu og útnyttan.

 

ST-aðalskrivarin hevur seinasta árið eisini bjóðað seg fram sum semingsmann millum Ukraina og Russland, um partarnir vilja seta seg við samráðingarborðið.

 

Á tí einu ferðini hjá ST-aðalskrivaranum í Kyiv, framdi Russland loftálop á býin, sum eitt nú tók lívið av einum journalisti.

 

Hetta hendi, hóast António Guterres beint frammanundan hevði verið í Russlandi og hitt forsetan, Vladimir Putin.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB seinnapartin í dag.