Støðan hjá Sjálvstýrisflokkinum batnaði ikki mánadagin, tá løgtingskvinnan Helena Dam á Neystabø tók seg úr flokkinum. Samstundis boðaði hon frá, at hon hvørki stillar upp ella verður stillari hjá flokkinum til næsta val. Henda fráboðan merkir helst, at nú nyttar ikki hjá Sjálvstýrisflokkinum at royna at fáa hana upp í aftur.
Avgerðin hjá Helenu Dam á Neystabø ber helst eisini i sær, at tað verður torført hjá Sjálvstýrisflokkinum at fáa nakran valdan á næsta vali. Skal tað henda, er neyðugt, at onkur óvæntaður atkvøðuslúkur fer at stilla upp. Flokkurin hevur í fleiri veljarakanningum bara havt nóg mikið til ein løgtingslim. Og tað seinasta nosið ber óivað í sær, at tann eini minkar til ongan.
Gongdin síðani Sámal Petur í Grund avgjørdi at stilla upp til formansvalið - við tí avleiðing, at Helena tók seg aftur og nú hon tók seg úr tingflokkinum - má vera ein beiskur biti hjá teimum í Sjálvstýrisflokkinum, sum hava hildið flokkinum uppi og roynt at pjøssað um upprunan til sjálvstýrispolitikkin í Føroyum.
Tann nýggi formaðurin í landsfelagnum, Ronald Poulsen, segði í viðmerking til ein av fjølmiðlunum, at flokkurin hevur traditiónir og kjarnuveljarar, og at tí fór at bera til at reisa flokkin aftur. Men tað er ikki nóg mikið. Tá tann mest markanti politikkari floksins í mong ár rýmir, og tá aðrir ikki duga at skyna millum vanligt skil og maktgyrnd, er ikki nóg mikið við traditiónum og nøkrum hundrað kjarnuveljarum.
Við øðrum orðum verður tómligt í miðjuni í føroyskum politikki. Hetta kann elva til trupulleikar, tá samgongur skulu skipast. Verða flokkarnir bara fýra í tali, og lutfallið verður tað sama sum nú, kann koma at standa á jøvnum. Bæði tá tað snýr seg um tann búskaparliga-sosiala spurningin, og tá tað snýr seg um tann ríkisrættarliga spurningin.
So er spurningurin, hvagar veljarar Sjálvstýrisfloksins fara, um teir koma til ta niðurstøðu, at atkvøðan fer til spillis. Einar 1000 atkvøður verða helst spjaddar, serliga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnðarflokkin. Leygardagin gittu vit, at Helena Dam á Neystabø bíðaði kanska handan leiktjøldini, til tann rætta løtan kom, og hevði lykilin til eina breiðari og meiri realistisaka semju í sjálvstýristilgongdini. Vit gittu skeivt, og skulu ikki gita aftur. Um tað ótrúliga hendir, at Sámal Peturi í Grund at verða valdur, er hann neyvan hesin lykilin.
So er bara spurningurin, hvar Helena Dam á Neystabø, og tey hóvsomu og meiri sosialt tilvitandi í Sjálvstýrisflokkinum enda?