Støðan óbroytt í oddinum

FTZ-Deildin: Tað líkist mest einari endurtøku av FM-finalunum frá í fjør hjá monnunum

Tað er eingin ivi um, at H71 fer at vera ein partur av FM-finalunum hjá monnum, sum um nakrar vikur verða spældar. Størri spenningur hevur leingi verið um, hvat lið H71 skal møta í FM-finalunum.

 

Trý lið hava leingi elt H71 í oddinum, sum hava verið VÍF, KÍF og Kyndil. Men mánakvøldið reyk Kyndil út úr FM-stríðnum tá teir taptu móti hoyvíkingum í høllini á Hálsi.

 

Sostatt eru bara VÍF og KÍF eftir í finalustríðnum nú. Í kvøld spældu tey bæði liðini, tá KÍF á heimavølli møtti Neistanum, meðan VÍF á heimavølli spældi móti Stíf.

 

Og eftir dagsins úrslit, talar nógv fyri, at tað verður ein endurtøka av FM-finalunum í fjør, ið var millum VÍF og H71. VÍF vann í kvøld sín dyst móti Stíf við sannførandi 32-25 sigri, meðan KÍF eisini vann sín dyst móti Neistanum við 22-19. Tó eru bert trý umfør eftir at spæla, har VÍF í løtuni er tvey stig frammanfyri KÍF, umframt at vestmenningar hava eina munandi betri málúrtøku.

 

Júst tey bæði liðini møtast leygardagin í høllini í Kollafirði, og megna kollfirðingar ikki at vinna tann dystin, er eingin sum helst ivi um, at VÍF fer at koma í FM-finaluna.

 

Ein annar dystur hevur eisini verið spældur í kvøld í bestu mansdeildini. Hann var í Klaksvík, har Team Klaksvík tók ímóti Kyndli. Tann dystin vunnu Kyndilsmenn sannførandi 31-19.

 

Eisini hjá kvinnunum hevur ein dystur í kvøld verið spældur. Hann var í Vestmanna, har VÍF tók ímóti Stíf. Tann dystin vunnu VÍF kvinnurnar 32-25 eftir hálvleiksstøðuna 17-10.

 

Úrslitini í kvøld:

 

FTZ-Deildin:

Team Klaksvík – Kyndil 19-31 (11-16)

KÍF – Neistin 22-19 (9-6)

VÍF – Stíf 32-25 (15-11)

 

Hvonn-deildin:

VíF – Stíf 32-25 (17-10)