Umstøðurnar hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, eru als ikki nøktandi. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, eftir at hann hevur kannað umstøðurnar hjá børnum, sum eru til viðgerðar á psykiatriska deplinum.
Og Sólja í Ólavstovu, umboðsmaður, heldur, at støðan er so mikið álvarslig, at frágreiðing um støðuna verður send formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni, landsstýriskvinnuni í almannamálum og landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum.
Les eisini: Vónandi hendir hetta aldrin aftur í Føroyum
Umboðsmaðurin sigur, at børn eru innløgd saman við vaksnum, men tað eiga tey ikki at vera, og umstøðurnar á Psykiatriska deplinum eru ikki lagaðar eftir, at børn verða innløgd har.
– Tað er sera atfinningarsamt, at børn verða verandi á psykiatriska deplinum, eftir at tey eru liðugt viðgjørd tí at búpláss mangla til tey, ella tí at stuðul ikki er til taks, sigur Umboðsmaðurin. Hon sigur, at avvarðandi myndugleikar eiga at síggja til, at búpláss, og neyðugur stuðul, er til taks til tey børn, sum hava tørv á tí, tá tey eru liðugt viðgjørd á Psykiatriska deplinum.
Sólja í Ólavstovu mælir til at børn ikki verða innløgd saman við vaksnum á Psykiatriska depilin, og at hugsað verður tær serligu umstøðunum og tann serliga tørvin børn, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin, hava. Umboðsmaðurin mælir eisini til, at foreldur verða stuðlað við ráðgeving og leiðbeining, tá barnið verður útskrivað, um hvussu tey skulu bera seg at heima í sambandi við sálarligu trupulleikarnar hjá barninum.
– Ein eftirmeting eigur at verða gjørd saman við barni og foreldrum um uppihaldið og viðgerðina á Psykiatriska deplinum. Samrøðan eigur at tillagast barninum, soleiðis at barnið fær møguleika at luttaka og høvi til at siga sína meining.
Samstundis verður mælt til, at Psykiatriski depilin, sum skjótast, fær eitt tvørfakligt toymi við serkunnleika um etingarólag, har ein kostráðgevari við serkunnleika um etingarólag er knýttur at og at tær føstu vaktirnar, sum eru um barnið alla tíðina, eisini hava námsfrøðiligt innlit.
Samstundis heldur umboðsmaðurin, at bæði børn og foreldur eiga at fáa greitt at vita, hvørjir kontaktpersónar teirra eru, og hvønn leiklut kontaktpersónarnir hava. Barnið eigur at hava møguleika at verða hoyrt í sambandi, hvør skal vera kontaktpersónum.
Samstundis eiga seingjarstovurnar til børn verða innrættaðar og prýddar eftir aldrinum og lagt eigur at vera upp fyri, at foreldur verða innløgd saman við børnum sínum.
– Høli eiga at vera til taks til ítriv fyri børn, til vitjan og til undirvísing, og børn eiga at hava atgongd til hóskandi uttandura øki, og serligur dentur verður lagdur á at skipa fyri ítrivi til barnið og at stuðla barninum til ítriv.
Tað er eisini neyðugt at barnið missir so lítið av undirvísing í skúlanum sum gjørligt. Og børn, sum eru fyri tvingsli, fáa rætt til samrøður aftaná tvingsilin, umframt at tey fáa eina sjúklingaráðgevara og møguleika at klaga um tvingsilin. Samstunsis skulu foreldrini kunnast um, at tey kunnu lata verða við at samtykkja til tvingsilin. Men tað er eisini neyðugt at lógin um tvingsil ímóti børnum undir 15 ár, verður endurskoðað