Støðan er ólukkulig og hetta kann ikki ganga longur

Miðflokkurin tekur nú stig til at kalla Løgtingið saman við einum einasta endamáli

Hetta kann ikki ganga longur. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Hann er eisini formaður Miðfloksins, og nú fer hann at taka stig til at kalla Løgtingið saman við einum einasta endamáli, og tað er at fáa løgmann at úskriva løgtingsval alt fyri eitt.

Annars boðar Løgmaður frá í Sosialinum í dag, at løgtingsvalið verður ikki fyrr enn 31. august, tá ið valskeiðið er runnið.

Jenis av Rana sigur, at eydnast tað ikki at fáa løgmann at útskriva val, fer hann at virka fyri at leggja misálit á Løgmann fyri at tvinga hann at útskriva val.

Men hann heldur ikki, at tað ber til at bíða so leingi, tí alt politiskt arbeiðið kann ikki liggja stilt tað mesta av einum hálvum ári til ein nýggj samgonga er skipað.

Hann vísir á, at tað Løgtingið hevur yvir 60 mál liggjandi, sum ikki eru avgreidd, men sum nú detta burtur, og hann heldur, at hetta er ein støða, sum er heilt burturvið.

Reglurnar eru soleiðis, at 14 tinglimir kunnu biðja um at fáa løgtingsfund, við eini ávísari dagsskrá, og so skal løgtingsformaðurin kalla saman til fundar uttan óneyðugt drál.

Jenis av Rana ásannar, at áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, var ikki meiriluti fyri at krevja løgtingsval, og einasta grund til tað, er, at andstøðan stendur ikki saman um tað. Men hann vónar, at støðan er broytt, tí hendan støðan kann ikki halda fram.

Eitt, hann vísir á, er, at áhugafeløg, sum vara av ymsum málum, hava gjørt vart við, hvussu hart tað rakar, at ymisk mál eru dottin niðurfyri.

Eitt nú hava umhvørvisfeløg víst á týdningin av, at lógin um náttúrumargfeldni, verður samtykt, og Heilafelagið hevur víst á, at tað er bráðneyðugt at samtykkja vælferðarlógina, sum enn ikki er avgreidd.

Og Javni hevur víst á, hvussu stórar avleiðingar tað fer, at ætlanin at byggja nýgg sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki, dettur niðurfyri.

– Vónandi kann hetta vera við til at leggja trýst á løgtingslimir og at fáa teir ásanna, at okkurt má gerast, sigur Jenis av Rana.

Men hann hevur eisini varhugan av, at støðan er broytt síðani Løgtingið fór í summarfrí, og ikki minst heldur hann, at tað er eitt krav í fólkinum, at løgtingsval verður nú.

Tí sigur hann, at hann fer »absalutt« at royna at kalla Løgtingið saman, og so vil tað vísa seg, um tað eru onnur, enn løgmaður sjálvur, sum ikki vilja hava løgtingsval enn.