Sáttmálasamráðingar
? Tað er greitt, at tað ger okkara støðu sterkari, at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ikki sigur sáttmálan upp.
Tað heldur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum og oddamaður hjá arbeiðsgevarunum í sáttmálasamráðingunum, sum verða við arbeiðarafeløgini í næsta mánaði.
? At Arbeiðsmrnninir í Klaksvík ikki siga sáttmálan upp, merkir, at tað er eitt felag, sum vil halda fram við sama sáttmála og sum fer at arbeiða sum vant, sama, hvar hendir í samráðingunum við hini feløgini. Og tað styrkir støðuna hjá arbeiðsgevarunum, sigur Jan Mortensen, uttan at hann tó ætlar at yvirtulka samráðingar longu nú, áðrenn tær eru byrjaðar.
Hann sigur, at hann hevur lagt sær boðskapin frá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í geyma.
Og boðskapurin er, at sum tíðirnar í fiskivinnuni eru nú, er hetta ikki stundin at krevja meiri í løn.
Annars vónar Jan Mortensen, at arbeiðarafeløgini fara at samráðast saman,tí tað er lættari at samráðast við ein part enn við fleiri partar.
? Men tað er ein avgerð, sum arbeiðarafeløgini mugu taka og vilja tey samráðast hvør sær,
er tað eisini ílagi, leggur hann afturat.
Annars heldur hann, at støðan í fiskivinnuni er sera vánalig.
? Fiskivinnan er lønartung og tað er ein spurningur, um hetta slagi av vinnu hevur nakra framtíð í okkara parti í heiminum, sigur Jan Mortensen.
Og fyri hvørt oyra, sum lønin hækkar, ger tað kappingarførið uppaftur verri, leggur hann afturat.