Ferðaætlan
Suðuroy: Fiskavirkini í Suðuroynni eru alt annað enn nøgd við nýggju ferðaætlanini, sum Strandferðslan ætlar at seta í verk eftir páskir.
Og ónøgdin er so stór, at tey hava heitt á Strandferðsluna um at broyta ferðaætlanina aftur
Tað er siglingini hjá Smyrli av Drelnesi hóskvøld, sum fiskavirkini eru ónøgd við.
Smyril hevur siglt av Drelnesi hóskvøld kl. 19, hetta hevur verið ein túrur, sum burturav er lagaður fiskivinnuni, tí so hava fiskavirkini í Suðuroy kunna arbeitt tað mesta av hósdegnum og kortini kunna fingið fiskin til Havnar og av landinum hóskvøld við Norrønu, so at hann hevur verið á marknaðinum niðri í Evropa mánamorgun.
Nú Strandferðslan arbeiðir við nýggjari ferðaætlan, hevur hon løgd uppskot til nýggju ætlanini á alnetið til kunningar og eftir tí uppskotinum verður fiskivinnutúrurin hóskvøld fluttur hálvanannan tíma fram til kl. 17.30, ístaðin fyri kl. 19.
Fýra virki vísa sína ónøgd
Hetta hevur fingið fýra fiskavirki í Suðuroy at senda Strandferðsluni skriv við eini aheitan um ikki at flyta túrin fram, men framhaldandi at lata Smyril sigla kl. 19.
Virkini, sum hava mótmælt eru Fiskavirking og Delta Seafood á Tvøroyri, Sancy í Vági og MH Export í Lopra. Hetta eru virkini, sum arbeiða fesk fløk í Suðuroy
Í mótmælinum siga virkini, at verður túrurin av Drelnesi hóskvøld fluttur hálvan annan tíma fram, sum Strandferðslan ætlar, fer tað at skerja útflutings- og sølumøguleikarnar á evropiska marknaðinum munandi hjá virkjunum í Suðuroy og fer at gera tað enn truplari, enn tað longu er, at virka fesk fløk í Suðuroy
Virkini heita tí á Strandferðluna um at varðveita fráferðini hóskvølk kl. 19.
Bjarni Hansen, virkisleiðari hjá Fiskavirking á Tvøroyri, vísir á, at fiskurin skal vera á Drelnesi hálvan annan tíma áðrenn Smyril fer norður.
Tað merkir, at verður túrurin fluttur, sum Strandferðslan skjýtur upp, skal fiskurin longu vera á Drelnesi kl. 16. Sostatt noyðast tey at gevast at arbeiða beint eftir døgvera og virkini aðrastaðni í Suðuroy, fara at noyðast at gevast enn fyrr.
Hann sigur, at sjálvandi skulu fløkini, sum koma á marknaðin í Evropa vera so fesk sum gjørligt, men við hetta lag endar tað við, at fløkini verða hálva viku gomul. Hann sipar til, at fyrr sigldi Smyril úr Suðuroynni til Skotlands seinnapart seinnapart, so at tað nú verður siglt hóskvøld, er nóg ringt.
?Verður tað alt ov trupult at arbeiða fesk fløk í Suðuroy, endar tað bara við, at hendan vinnan doyr út í Suðuroy og verður flutt norður um, sigur Bjarni Hansen. Men so galið er tað ikki enn, leggur hann afturat.
Mugu laga seg til
Poul Jacob Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari hjá Strandferåsluni, sigur, at klokkan 17.30 er tað allarseinasta, sum Smyril kann sigla av Drelnesi hóskvøld.
? Trupulleikin er tann, at um summarið fer fiskurin ikki av landinum við Norrønu, men við Clare, sum Smyril Line leigar til farmaflutning.
Og Smyril Line hevur upplýst fyri Strandferðsluni, at Clara má sigla av Havnini klokkan 20 hóskvøld og tí er 17.30 tað allarseinasta, Smyril kann sigla av Drelnesi, skal tað lukkast at fáa fiskin við.