Støðan á javnstøðuøkinum er versnað

-Kvinnur tíma snøgt sagt ikki at stilla upp, tí samfelagið er so mansdominerað, sigur Elin Lindenskov, fráfarandi býráðslimur í Havn.

Færri kvinnur bjóða seg fram á býráðslistunum í ár, samanborið við undanfarna kommunuval. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar, men Elin Lindenskov heldur, at høvuðsorsøkin er, at samfelagið er so mansdominerað.

 

-Tað er ein sjálvfylgja, at menn koma framat, at menn stýra og at mannligu virðini standa fremst. Eg haldi tað er eitt manchauvunistiskt samfelag vit liva í og tað er bara versna seinastu árini, sigur Elin Lindenskov.

 

 

Seinastu árini hava vit tosað um, at nú er stríðið á javnstøðufrontinum vunnið og tí er einki eftir at berjast fyri.

 

-Og tað hevur viðført, at vit hava gloymt at berjast fyri javnstøðu. Vit hava tikið javnstøðu sum eina sjálvfylgju og hugsa, at hatta stríðið vunnu reyðsokkarnir fyri okkum einaferð langt síðani. Men støðan er versna munandi, staðfestir Elin Lindenskov.

 

 

Hon vísir á, at tá hon varð vald sum 30 ára gomul, var hon tann yngsta kvinnan í býráðnum. Í dag – 24 ár seinni – er hon framvegis tann yngsta kvinnan í býráðnum.

 

-Miðalaldurin í býráðnum er omanfyri 50 ár. Vit mangla ung fólk og serstakliga ungar kvinnur, sigur Elin Lindenskov og tekur eitt ítøkiligt dømi.

 

 

-Vit sita og kjakast um barnagarðsøkið og skúlaøkið, men vit hava als ikki føling við tí, tí vit eru ikki í tí í tí dagliga. Tað eru børnini hjá okkum kanska, men ikki vit, sigur Elin Lindenskov.

 

 

Eitt boð uppá eina ítøkiliga loysn kundi verið, at kommunurnar vóru betri til at innrættað seg eftir barnafamiljunum. Tí vit vita, at kvinnurnar hava høvuðsábyrgdina av heiminum.

 

 

- Kvinnur tíma ikki skeivu arbeiðstíðirnar, har arbeiði skal gerast um kvøldið.

 

 

Tí kundi eitt hugskot verið, at gjørt býráðsarbeiði í størri kommunum til hálvtíðarstarv til dømis, og síðani hildið fundarvirksemi og annað um dagin, sigur Elin Lindenskov.