- Hetta er ein skandala.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vildi hava eina forkláring upp á, hvussu tað ber til, at sjúklingar ikki kunnu leggjast undir skurð, tá ið bæði læknar og sjúkrasystrar gingu fyri fulla løn kortini.
Í løgtinginum nú ein dagin dugdi hann ikki at síggja, hvussu stór sparing er í at forða læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum kortini eru til arbeiðis, ið at leggja fólk undir skurð.
Hann vísti á, at allar skurðviðgerðirnar, sum eru útsettar í ár, skulu so gerast næsta ár. Tí vildi hann hava at vita, hvat tað fer at merkja fyri raksturin á Landssjúkrahúsinum næsta ár, at ein stór rúgva av útsettum skurðviðgerðum frá ið ár, eisini skulu gerast næsta ár.
Jenis av Rana, sum sjálvur er kommunulækni, váttaði í Løgtinginum, at bíðitíðirnar á Landssjúkrahúsinum eru langar.
Men hann vildi ikki vera við, at tað var peningur, sum manglaði.
Tær longstu bíðitíðirnar eru á økjum, har játtanin ikki er ov lítil, staðfesti kommunulæknin í Løgtinginum.
Marjus Dam, sum eisini er kommunulækni, staðfesti eisini, at hóast bæði læknar og sjúkrarøktafrøðingar eru til arbeiðis fyri fulla løn, sleppa tey ikki at leggja fólk undir skurð, tí pengarnir strekkja ikki til.
- Hvat skulu tey so gera, tá ið tey eru arbeiðis, tá ið tey ikki sleppa at leggja fólk undir skurð, spurdi hann.
Hinvegin váttaði hann, at skurðviðgerðir eru útsettar upp í eitt heilt ár og ímeðan skulu sjúklingar ganga sjúkrameldaðir í nógv longri tíð enn neyðugt, tí politikararnir ikki játta landssjúkrahúsinum nóg mikið av pengum, til at viðgera hesar sjúklingar fyri.
Máttu tálma
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, staðfesti, at longu tíðliga í ár staðfesti landssjúkrahúsið, at brúk var fyri 30 milliónum afturat í ár, skuldi virksemið halda fram óbroytt.
Men kravið frá undanfarnu samgongu var, at Landssjúkrahúsið skuldi spara tvær milliónir og skuldi eykajáttan útvegast til tær 28 milliónirnar, sum so manglaði í.
Landssjúkrahúsið segði, at tað bar ikki til at finna tvær milliónir í sparingum við uppsagnum. Tí varð virksemið tálmað fyri at spara tvær milliónir.
- Sostatt vóru ein rúgva av skurðviðgerðum útsettar til seinni. Tað er ikki so, at allar tilrættislagdar skurðviðgerðir eru útsettar, men ein stórur partur er útsettur fyri at kunna spara tær tvær milliónirnar.
Annars vóru tað fleiri politikarar, sum hartaði politikarar fyri at hava játtað Landssjúkrahúsinum alt ov lítið av pengum fyri at pyntað fíggjarlógina.
Les eisini greinina: Landssjúkrahúsið ikki ráð at leggja sjúklingar undir skurð