Støðan álvarslig á Landssjúkrahúsinum: Nú brotna tól í heilum

? Útgerðin á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum er so avoldað og uppslitin, at tað er komið fyri meiri enn eina ferð, at tólini eru brotnað aftaná, at rør er lagt inn í sjúklingin, so at kanningar mugu avbrótast, áðrenn tær eru lidnar, sigur Anders Harboe Ree, yvirlækni

? So at siga ongin endurnýgging hevur verið á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum í 10 ár.

? So nú eru trupulleikarnir rættiliga álvarsamir.

Anders Harboe Ree, yvirlækni á røntgendeildini, sigur, at støðan á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum er rættiliga álvarsom

Vit hava fingið innlit í eitt rættiliga opinskárað bræv, sum hann herfyri skrivaði til sjúkrahúsleiðaran, Jákup Mørkøre, har hann ger vart við støðuna á røntgeneildini á Landssjúkrahúsinum.

Hann sigur bart út, at næstan øll tólini á røntgendeildini eru uppslitin og ótíðarhókandi.

? So at siga ongin endurnýgging er gjørd á røntgendeildini tey seinastu 10 árini og trupulleikarnir eru nú rættiliga álvarsligir, sigur hann.

Hann leggur afturat, at avvarandi myndugleikar eru fleiri ferðir gjørdir varugir við støðuna.

Men tað skilst, at kortini er onki hent fyri at bøta um støðuna.


Sjúklingar sendir heim

Anders Harboe Ree sigur, at ein avleiðing av hesum trupulleikunum er, at sjúklingar, um ikki dagliga, so rættiliga ofta, verða noyddir at bíða í fleiri tímar av tí at røntgentólini brotna og mugu gerast ístand í meðan teir sita og bíða.

? Tað er heldur ikki óvanligt, at tað er neyðugt at senda sjúklingar avstað aftur, uttan at tað ber til at gera kanningina, av tí at so nógv tólbrek stinga seg upp.

Yvirlæknin sigur, at ofta eru hetta sjúklingar, sum búgva nærhendis Landssjúkrahúsinum.

? Men talan er eisini um bæði sjúklingar, sum búgva í Norðoyggjum og í Suðuroy, sum mugu sendast heimaftur, uttan at tað hevur borið til at gera kanningina tí tað eru so nógv maskinbrek á røntgendeildini.

Hann sigur, at tað er so at siga ómøguligt at leggja arbeiðið til rættis tá ið tey ongantíð vita, hvørji tol virka og, hvørji ikki.

Anders Harboe Ree sigur, at á Landsjúkrahúsinum hava tey trý rúm til at gera tær vanligu røntgenkanningarnar í.

Hendan dagin, hann skrivaði brævið til sjúkrahúsleiðaran, var tað bara eitt hálvt rúm, sum virkaði, og tað er 20 ára gamalt.

Rúm 1 og rúm 2 lógu bæði still. Rúm 2 hevði tá ligið stilt í eina heila viku, tí teldan er gingin fyri.


Tað er eitt mark fyri

Anders arboe Ree sigur, at Rúm 1 er 17 ára gamal.

? Har verða m.a. kanningar av beinagrindini, nýrum, hjarta og lungum gjørdar.

?Pulturin í rúmi 1 er so gamal, at tað er eitt mark fyri, hvussu leingi vit kunnu halda lív í honum afturat.

? Tá ið rúm 1 verður endurnýggjað, verður tað við eini digitalari skipan.

Yvirlæknin sigur, at hann veit ikki, hvat eitt slíkt kostar, men hann metir, at tað liggur um 1,5-2 milliónir.


Á markinum til tað óetiska

Rúm 2, sum er tað nýggjasta, er 12 ára gamalt, men filmvekslarin er 21 ára gamal.

Í rúmi 2 verða æðrakanningar gjørdar, men eisini verður beinagrind, hjarta og lungu kannað her.

Í hesum rúminum verða eisini gjøgnumlýsingar gjørdar í sambandi við at magi og garnar skulu kannast, umframt aðrar kanningar.

? Eisini útgerðin í hesum rúminum tykist at virka rættiliga illa, umframt at tøknin er heilt avoldað, sigur Anders Harboe Ree.

Sum dømi um, hvussu trupul støðan er, nevnir hann, at tá ið æðrakanningar verða gjørdar, skal ein lítil skuðrviðgerð til, fyri at leggja eitt rør inn í holdið á fólki.

Tá ið hetta er gjørt, verður sproyta sett til og síðani verða myndir tiknar.

? Men tað er komið fyri meiri enn eina ferð, at tólini eru gingin fyri, aftaná, at rørið er lagt inn í sjúklingin.

? Hetta má sigast at verða sera óheppið og á markinum til tað óetiska, sigur yvirlæknin á røntgendeildini.

? At hetta kann henda, vita vit jú øll.

? Men at hetta skal koma fyri fleiri ferðir, kann ikki góðtakast, leggur hann afturat

Hann sigur, at eitt nýtt rúm kostar um 4-5 milliónir.


Dygdin ikki serliga góð

Rúm 3 er tað elsta rúmið, tað er 20 ár, og var tað einasta, sum kundi partvís nýtast, tá ið yvirlæknin skrivaði til sjúkrahúsleiðaran.

Hetta rúmið verður brúkt til kanningar, har tað krevjast gjøgnumlýsingar, t.d. tá ið magi og garnar skulu kannast, tá ið æðrar skulu kannast, o.s.fr.

? Hetta rúmið skuldi verða at hava til at taka um so var at útgerðin í rúmi tvey sveik.

Eisini her verða hjarta- og lungakanningar gjørdar, umframt kanningar av høvdinum.

Í 1994 kannaði ?Statens Institut for Strålehygiejne? umstøðurnar í rúmi 2 og hótti vit at steðga virkseminum um ikki ábøtur vorðu gjørdar áðrenn 1. apríl 1995.

Anders Harboe Ree sigur, at broytingar vórðu gjørdar so at minstukrøvini vórðu gingin á møti.

? Tað sigur seg sjálvt at dygdin í kanningunum við slíkari útgerð kann ikki vera serliga góð.

Hann sigur, at eitt nýtt rúm kostar helst einar 4 milliónir.


Ongan møguleika

Hann vísir eisini á skannaran, sum varð tikin í nýtslu í 1991.

? Hetta tólið hevur verið ein sera stór hjálp í sambandi við krabbasjúkur, bæði í sambandi við at staðfesta sjúkuna og í sambandi við tað uppfylgjandi viðgerðina.

Skannarin hevur eisini verið sera hentur í sambandi við vanlukkur, umframt í nógvum øðrum førum.

? Eisini hendan tøknin er púra avoldað.Somuleiðis er útgerðin so vánalig, at eisini her mugu sjúklingar sendast heimaftur, tí skannarin gongur fyri.

? Vit hava ongan møguleika at tryggja okkum ímóti hesum tí vanliga stinga trupulleikarnir seg upp uttan ávaring mitt í arbeiðnum.

Somuleiðis sigur yvirlæknin, at bæði ultraljóðtólið og mammografitólið hva sæð sínar bestu dagar og tað eigur ikki at ganga nógv ár, áðrenn hesi tól verða skift út.


Sera trupul støða

Samanumtikið er støðan á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum sera trupul, sigur Anders Harboe Ree, yvirlækni.

? So at siga øll tólini eru avoldað og hartil uppslitin.

? Sostatt verða bíðitíðirnar óneyðuga drúgvar, eins og tað er neyðugt at avlýsa kanningar.

Hesum hava vit ongan møguleika at tryggja okkum ímóti, tí trupulleikarnir stinga seg upp uttan ávaring.

? Vit hava sostatt sjálvdan møguleika at siga fólki frammanundan, hvørjar kanningar kunnu gerast og, hvørjar ikki.

?Men sjálvandi gera vit tað í tann mun, tað ber til, sigur Anders Harboe Ree, yvirlækni á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.