Fram-Fleyr b 2-0
Tað gongur heilt av skriðuni hjá Fleyr b í løtuni. Um vikuskiftið spældu teir móti Fram, men tað var ein syrgilig sjón. Teir vóru so bardir ígjøgnum av Fram, sum tá seinasta sett varð leikt hevði ilt við at seta seg upp.
Tí »sluppu« ungu Fleyrleikararnir, sum til dagin mannaðu liðið, framum, hóast tað bara var ein spurningur um tíð, til Fram tók seg saman.
Synd fyri bæði liðini tá so er, men djarvt av teimum ungu at stinga høvdið í úlvsins kjaft á henda hátt.
Bestu tíðindini úr Eysturskúlanum hetta vikuskiftið vóru, at Rúni Weihe, sum annars hevur verið skaddur, og tí bara hevur leikt sum libero, er á veg aftur á sítt gamla pláss.
Hann var inni nakrar bóltar ímóti Fleyr b, og ta løtuna leikti hann sera væl.
Rúni er ein av allarbestu flogbóltsspælarum í landinum, og tí gleða vit okkum at síggja hann aftur »in action«. Men tað ger Fram uttan iva eisini!