Støðast í Føroyum

Oddagrein:

Tað man vera almenn semja um, at tað er umráðandi at fáa fólk at støðast í Føroyum. Til tess at fáa serstakliga tey ungu at støðast eiga nakrar ávísar fortreytir at vera til staðar. Hetta er ikki bert galdandi fyri Føroyar men fyri øll samfeløg. Altjóðagerð til gott og ilt setur nøkur nýggj krøv til samfelagið, eitt nú tí heimurin við altjóðagerðini alt meira er við at gerast ein arbeiðsmarknaður. Tey mest framkomnu londini gerast vitanarsamfeløg, meðan teir partar av framleiðsluni, ið krevja nógva arbeiðsmegi verða fluttir til sonevnd láglønarlond mst í Asia. Sostatt er einki løgið og heldur einki nýtt í, at altjóðagerðin setur nýggj krøv til okkara samfelag. Hóast vit kanska ikki geva tí so nógv gætur í gerandisdegnum, so eru Føroyar við at broytast frá einum samfelag, sum framleiðir eina rávøru til eitt samfelag, har vinnur við støði í vitan fáa alt meira týdning.

 

Ein hin fremsta avleiðingin av altjóðagerð er nútímansgerð. Flestøll framkomin lond uppliva eitt sokallað postmoderna tíðarskeið, har so at siga øll mentanarlig, andalig og tjóðskaparlig virði koma undir debatt og spurnartekin verða sett við nógvar gamlar og viðtiknar sannleikar. Hetta er ein orsøkin til, at stórir samfelagsbólkar, ja heilir tjóðflokkar seta seg so hart ímóti altjóðagerðini. Tað er t.d. nógv, sum bendir á, at tann sterkt vaksandi muslimska fundamentalisman er eitt aftursvar og eitt mótrák til altjóðagerð og til tað postmodernaða samfelagið. Henda nýggja støðu hevur elvt til ymsar strategiir hjá flestu stjórnum og altjóða felagsskapum. Øll norðurlond hava globaliseringsætlanir til tess at fáa sum mest burturúr eini samfelagstilgongd, sum er torfør at stýra. Vit fingu Visjón 2015.

 

Tað er harnæt mestsum sjálvsagt, at okkara samfelag, sum er komið í tilgongdina við altjóðagerð og nútímansgerð, eisini má brynja seg til framtíðina. Ein fortreytin fyri hesum er, at fólk við útbúgvingum støðast í landinum. Tað er tí í tøkum tíma at varpa ljós á hendan spurning og fleiri góðar royndir eru longu gjørdar, royndir, sum vit hava viðgjørt her. Nú er so eisini eitt íkast komið frá Norðuratlantsbólkinum, sum í kvøld í Miðlahúsinum leggur fram frágreiðingina um hví føroyingar búseta seg í Danmark. Hetta verður so uppleggið til ein fund um evnið hvussu fáa vit fólk at støðast í Føroyum Kanningin vísir millum annað, at fólk búseta seg í Danmark, tí tey halda, at fá í útbúgvingartilboð eru í Føroyum, tað eru ov fáar fakligar avbjóðingar, ov lítið fakligt umhvørvið, og tí tey halda føroyska samfelagið vera ov konservativt. Kann og skal nakað gerast við hetta? Og hvat kann gerast? Soleiðis verður spurt. Tað er sjálvsagt bert gott og jaligt, at hesin spuringur støðugt verður umrøddur og fortreytin fyri einum sakligum orðaskifti er vitan um evnið oí Nógv munnu tí síggja fram til hesa spennandi og viðkomandi framløgu. Tað sum verður sagt í kvøld er neyvan síðstu orð ud hetta evnið og fara vit sjálvsagt at fylgja evninum upp í heyst.