Sambært kjarnorkustovninum IAEA er einki, sum bendir á, at brennievnið á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima I hevur fingið skaða, og tí er einki tekin um niðurbræðing. Tað sigur James Lyons, sum er fremsti trygdarserfrøðingurin hjá IAEA.
Samstundis sigur varastjórin á altjóða kjarnorkustovninum, Denis Flory, at geislavirknið rundan um Fukushima I er minni nú, enn tað hevur verið.
Fukushima I er einar 250 kilometrar norðan fyri Tokyo.
Í dag skrivaði japanska tíðindastovan Kyodo, at vandi var fyri niðurbræðing á Fukushimna I, men sambært IAEA er einki tekin um bræðing.