Meistarar
Strandingar eiga nógvar trúgvar hondbóltsáskoðarar. Eingin ivi um tað. Men skal nakar teirra nevnast, so má tað verða Jústines Justinussen. Fyrrverandi stórskjúttin hjá liðnum, sum nú er pápi nýggja stjórskjúttan á liðnum.
Og at tað var ein fegin áskoðari, sum vit hittu eftir dystin, var einki at ivast í, tó at hann viðgekk, at tað hevði verið ræðuligt at hugt.
- Fimm mál í hondbólti eru einki. Serliga ikki móti vestmenningum, sum altíð kunnu koma aftur, men tað gekk so.
- Og orsøkin til sigurin var verjan. Hasir ungu leikararnir hjá okkum spæla ein fantastiskan dyst, og eitt nú heldur Borgar Áka Olsen í einum jarntaki allan dystin. Bara tað í sjálvum sær er fantastiskt, men sum heild spældu okkara ein góðan dyst.
Besta nakrantíð
Jústines hevur annars verið ein av teimum, sum hevur verið partur av drúgva ungdómsarbeiðinum hjá StÍF seinastu nógvu árini, og tí fegnaðist hann sjálvandi eisini um, hvussu bjørt framtíðin hjá liðnum sær út, havandi lága miðalaldurin í huga.
- Men tað er ikki bara tað. Árið í ár er tað besat hjá okkum nakrantíð. Umframt fyrstu deild hava vit vunnið aðru og fjórðu deild. Unglingar, dreingir 14b og dreingir 12 vórðu eisini meistarar, so her er nógv at fegnast um. Eisini fyri framtíðina.
- Tað er jú altíð so, at tú kanst keypa teg til eitt FM, men rætti vegurin má vera at nýta egið fólk, og so styrkja um hópin á ávísum plássum, og har hava vit í øllum førum verið hepnir við Costin og Marian, segði ein fegin Jústines at enda, áðrenn leiðin aftur gekk inn í rúgvuna av leikarum og fagnandi áskoðarum.