StÍF er bjargað

Enn er matematiska vissan ikki greið. Men úrslitið sunnudagin merkir ivaleyst, at StÍF heldur plássinum í Sunset-kappingini, meðan Tjaldur noyðist eina deild niður komandi kappingarár

Hondbóltur

Er hondbóltsfepurin við vestara arm á Skálafjørðinum høgur í løtuni, so er ikki nógv forgjørt í hesum. Steypafinalan nærkast, og tað plagar at bera við sær, at StÍF skal til Havnar. Tað eru menninir eisini væl ávegis at gera, og í so máta er alt, soleiðis sum tað plagar at vera.
Hjá kvinnunum hevur ofta verið nakað lakari, men í vetur hava nógvir og stórir glottar verið at hóma í so máta. Ikki minst takkað verið miðvísa arbeiðinum, sum StÍF støðugt hevur framt í yngru deildunum.
Spakuliga men støðugt hava bæði spælarar og lið ment seg, og nú niðara endaspælið í Sunset-kappingini er komið hálva leið, tykist eingin ivi vera um, at StÍF eigur sterkasta liðið í hesum. Eisini hóast talan í tveimum av trimum førum hevur verið um heimasigrar.
Tann næsti av hesum kom til høldar sunnudagin, tá Tjaldur var á vitjan. Tjaldur hevur í ár fleiri ferðir hótt við at taka stig frá øðrum liðum í deildini, men enn er støðan tann sama. Nevnliga at Tjaldur má hyggja tvey kappingarár aftur í álmanakkan, um tær skulu minnast til nakað stig.
Sunnudagin var tað allal tíðina StÍF, sum hevði munin. Tær vunnu sær alt fyri eitt eina trivaliga leiðslu, og so var bara at halda fast um hesa tað, sum eftir var av dystinum.
Tað var tó um reppið, at Tjaldur fekk fatur aftur á heimaliðnum eftir steðgin. Gestirnir tóktust hava hug veruliga at vinda seg ígongd, og tá eitt korter var eftir, stóða 19-18 á máltalvuni. Men so slapp Tjaldur ikki longur. VÍF táttaði kjaftbandið á posanum, sum nú telur seks stig av seks møguligum. Tað vil við øðrum orðum siga, at StÍF nú er mest sum komið upp á turt í stríðnum um framhaldandi sess í deildini.
Tað er Tjaldur hinvegin ikki. Skulu tær megna hetta, so er kravið nú, at í tær í minsta lagi skulu hava fýra av seks møguligum stigum í seinnu hálva av endaspælinum. Og tað verður undir øllum umstøðum ein sera trupult uppgáva.

Fakta um dystin
StÍF-Tjaldur 28-20 (14-10)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 10(1), Paula B. Høgnesen 7(3), Ninna K. Johansen 4, Poula D. Olsen 3, Malan Petersen 2, Guðrun Ólavsdóttir 2
Tjaldur: Beinta Joensen 7, Maya Hecimovic 5, Jasmina Devovic 5, Anni Højgaard 1(1), Kristina Ellingsgaard 1, Urd Potts 1
Brotskøst: StÍF 4, Tjaldur 2
Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur 4
Dómarar: Petur S. Dahl & Hallur Danielsen