Vestmenningar hava brett upp ermar. Liðið hevur vunnið tríggjar dystir upp í slag, og vestmenningar hava fingið samband við finalupláss aftur.
Tað var í seinna umfarinum í Ítróttarhøllini á Skála í gjár, at VÍF settu kós móti sigrinum. StÍF, sum hevði runnið undir liðini á gestunum í fyrra hálvleiki, var ikki reiðar, og skjótt fóru vestmenningarnir undan.
Eli vardi væl
Eli Muller var væl upplagdur í gjár. Hann vardi fyri fleiri uppløgdum møguleikum í fyrra hálvleiki, men var ikki settur undir eins stórt trýst eftir steðgin.
Trupulleikin hjá StÍF var serliga, at heimaliðið tók ikki av uppløgdu møguleikunum. Tað eydnaðist stundum at spæla seg ígjøgnum, men strandingarnir vóru ikki nóg neyvir.
VÍF vann uppiborið og fer nú at fyrireika seg til dystin móti Neistanum næsta vikuskiftið.