StÍF fer eftir greipuni

StÍF-Neistin 32-29 (17-15)

Komandi vikuskifti skal StÍF í sannan gysara, tá teir í kapping við Kyndil skulu gera av, hvør teirra skal í FM-finaluna móti VÍF.

Grundina til hetta stoyptu strandingar í dag, tá teir vunnu heimadystin móti Neistanum. Fyri tað nógva var talan um ein javnan dyst, men eitt skifti í seinna hálvleiki øktist munurin i fimm mál.

Neistin vildi tó ikki gevast, og teir megnaðu eisini at skapa veruligan spenning, men seinastu løtuna øktu strandingar aftur, soleiðis at dreymurin um greipuna framvegis livir fyri teirra viðkomandi.