StÍF heldur fast um vónirnar

Í einum dysti, sum fyrra hálva tíman var meira spennandi enn strandingar ætlaðu, fingu føroyameistararnir enn tvey stig í posan

KÍF-StÍF 21-27 (10-12)


Tað vóru toppur og botnur, sum hittust, tá StÍF sunnudagin legði leiðina til Vestmanna, har Kollfirðingar tóku ímóti.

Alt árið hava liðini stríðst í hvør sínum enda, og tískil var eisini væntandi, at strandingarnir skuldu fara av vøllinum sum sigursharrar. Tó so, tá liðini hittust í grundspælinum, var heilt nær við, at KÍF koppaði føroyameistarunum, so viðhaldsfólkini hjá heimaliðnum mundu helst vóna, at okkurt fór at spyrjast burtur úr dystinum sunnudagin.


Spældu fyri møguleikanum

Skjótt var eisini greitt, at leikararnir hjá KÍF eisini høvdu vónir um eitt gott úrslit, tí eftir at StÍF hevði fingið ta betru byrjanina, fóru teir á heimaliðnum brádliga at gera um seg.

Gestirnir royndu eisini sítt, men vanliga kvika og vakra álopsspælið riggaði so als ikki, og KÍF megnaði at vinna sær eina trý mála leiðslu.

Eftir eitt time-out, fingu strandingar tó meira skil á spæl sítt, og seinastu 10 minuttirnar av hálvleikinum fingu teir vent gongdini, soleiðis at tað vóru teir, sum vóru frammanfyri, tá farið varð til hálvleiks.

Seinna umfarið royndu kollfirðingar framhaldandi at stríðast fyri møguleikanum, og hóast føroyameistararnir rættuliga tíðliga megnaðu at økja enn meira um leiðsluna, so royndi heimaliðið alla tíðina at skapa eitt sindur av spenningi í dystinum.

Sum ikki einaferð, so var tað Óla Kristian, sum gjørdi mest um seg, tá hann fleiri ferðir bjargaði skotroyndum frá gestunum. Áskoðararnir fingu tó annað at tosa um, tá Eddie Joensen brádliga varð sendir á vøllin.

Eddie hevur nevnliga slettis ikki spælt hetta kappingarárið, og einki er at ivast í, at kollfirðingar hava verið sera harmir um hetta. Størsti veikleikin á liðnum hevur alt árið verið, at teir hava alt ov fáar skjúttar, men nú Eddie er komin aftur í aftur, røkist kanska fyri, at henda støða gerst nakað øðrvísi.

Hjá Strandingum er nakað øðrvísi statt, tá tosað verður um skjúttar. Vanliga eru tað John og Artur, sum gera mest um seg í málskjótingini, men sunnudagin vórðu teir báðir so væl og virðiliga yvirhálaðir av leikandi venjaranum, Jónleif Sólsker. Ikki færri enn tíggju mál fekk hann hesu ferð, og sjálvur helt hann, at tað mundi vera eini trý ella fýra ár síðani, at tað hevði skorist so væl hjá sær.


Aðalmálið er rokkið

Komandi mikudag, skulu bæði liðini aftur royna seg móti liðum, sum eru í mótsatta enda av stigatalvuni.

Kollfirðingar skulu tá royna seg móti VÍF, og útlitini fyri stigum í hesum dysti munnu ikki vera av teimum bestu.

Tað er tó ikki nøkur katastrofa, um kollfirðingar eisini skuldu tapt hendan dystin. Teir hava so at siga tryggjað sær, at teir í øllum førum ikki enda niðastir, tá kappingarárið er lokið, so aðalmálið fyri árinum er longu rokkið,

Strandingar leggja leiðina til Runavíkar, har botnliðið Tjaldur tekur ímóti. Enn hevur Tjaldur einki stig fingið síðani endaspælið byrjaði, og einki er at ivast í, at StÍF eru stórfavorittar at vinna dystin mikudagin.

Hetta er helst eisini neyðugt, um føroyameistararnir framhaldandi vilja vera partur í gullstríðnum, har VÍF og Neistin eru hinir luttakararnir.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

KÍF: Petur Martin Poulsen 7 (1), Petur Martin Johansen 4 (1), Vagnur Johansen 4, Eddie Joensen 2, Óli Kristian Djurhuus 1, Jákup Dam 1, Emil Petersen 1, Jónálvur Johannesen 1

StÍF: Jónleif Sólsker 10 (4), John Petersen 5, Marius Joensen 5, Artur Johansen 3, Bent Durhuus 2, Sveinbjørn Poulsen 1, Kartin Danielsen 1

Brotskøst:

KÍF: 5, StÍF 5

Útvísingar:

KÍF 3, StÍF 2

Dómarar úr Tjaldur:

Kári Hansen og Dánjal Hansen