StÍF helt stílinum

Hesa ferð snávaðu strandingarnir ikki. Við tryggum sigri á KÍF hildu teir tvørtur ímóti fast um plássið frammi í oddinum

Hondbóltur

StÍF hevur longu vissað sær heitið sum steypavinnarar, men enn er nógv at spæla fyri. Saman við H71, Kyndli og VÍF eru strandingarnir nevnliga við í stríðnum um tey bæði finaluplássini í manskappingini í hondbólti.

Snávaðu ikki
Fram um hini oddaliðini, so hevur StÍF tó ein trupulleika at dragast við. Móti veikaru liðunum hava teir ov ofta lyndi at snáva, og tí mundu áskoðararnir ikki vera heilt álvuligir, hóast KÍF á pappírinum er ein yvirkomuliga uppgáva. Tað mundu somu áskoðarar eisini halda, tá StÍF í endaspælinum hevði heimavøll móti KÍF, sum kortini fór við øllum. Ein støða, sum mundi endurtikið seg, tá Neistin seinni vitjaði á Skála.
Hesa ferð var tó eingin ivi. Fram til hálvanfyrra hálvleik gekk annars javnt á, men tá vertirnir einki mál fingu í eitt korter, sluppu strandingarnir veruliga avstað.
Eftir steðgin tóktist talan ta einu løtuna veruliga at gerast um sorl, men seinasta korterið fekk KÍF kortini pyntað um úrslitið.

Oddaliðini eftir
Sum er, so liggja strandingarnir hampuliga væl fyri í royndunum at vinna seg í finaluna. Men treytirnar eru tó greiðar undan seinastu trimum dystunum. Sum minstakrav, so skulu fýra stig spyrjast burtur úr teimum trimum seinastu dystunum, og tað kann verða tungt. H71 á heimavølli og VÍF og Kyndil á útivølli eru í øllum førum uppgávur, sum seta stór krøv.
Hinvegin, so eru stór krøv júst tað, sum strandingunum hóvar best, og tí skulu teir á ongan hátt avskrivast, nú seinastu og avgerandi dystirnir í endaspælinum standa fyri framman.

Fakta um dystin
KÍF-StÍF 18-23 (6-12)
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 5(1), Sune Davidsen 3, Damir Oros 3, Daniel Rapa 2, Petur Martin Poulsen 2, Rógvi Weihe 1, Karl Johan Djurhuus 1, Arnbjørn Hansen 1
StÍF: Artur Johansen 7(2), Leivur Justinussen 5(1), Sveinur Justinussen 5, Mortan Hansen 2, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 2, StÍF 4
Útvísingar: KÍF 3, StÍF 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen