StÍF hevði tol

Hondbóltur - Heimaliðið hevði tol seinastu løtuna og vann við tveimum málum, tá VÍF vitjaði í ítróttarhøllini á Skála í gjár

StÍF vann bæði stigini, tá vestmenningar vitjaðu í gjár.
Heimaliðið vísti serliga gott tol í stórum løtum av dystinum. Í álopsstøðu bíðaðu teir eftir møguleikanum og tóku av, tá teir skuldu.
Sigurin var ikki sannførandi. VÍF royndi stundum at hótta leiðsluna hjá heimaliðnum, men í seinna hálvleiki gjørdu vestmenningar ofta ov skjótt av.


StÍF – VÍF 23-21 (11-9)
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas Hansen
5. min.: 1-1
10. min.: 2-3
15. min.: 3-5
20. min.: 6-8
25. min.: 8-9
35. min.: 12-10
40. min.: 13-11
45. min.: 17-13
50. min.: 19-14
55. min.: 20-17

StÍF: Jóanes Prestá 5, Leivur Justinussen 5, Marius Joensen 3, Olgar-Jan Lervig 3, Fríði Djurhuus 2, Jógvan Berg 2, Jógvan Gregersen 1, Jákup Berthelsen 1.
Útvísingar: 0
Venjari: Jón Rasmussen
VÍF: Rúni Fossdal 4, Joen P. Høgnesen 4, Magnus Muller 3, Magnus á Rógvi 2, Bjarti Hansen 2, Áki G. Olsen 2, Agnar Joensen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Jákup S. Andreasen 1, Jákup A. Joensen 1.
Venjari: Dia Midjord