StÍF køvdi Neistan

Aðru ferð á rað fór Neistin tómhentur av vølli, tá StÍF í gjárkvøldið vann á Skála. Og H71 gjørdi einki býtt, tá Team Klaksvík vitjaði í Hoyvík

Strandingar fara ikki av næstniðasta plássinum á stigatalvuni hetta kapp­ingarárið, nú teir bara hava tveir dystir eftir. Men tað forðaði teim­um ikki fyri í gjárkvøldið at spæla ein góðan dyst, tá Neistin var á Skála. So mikið góður var dysturin hjá StÍF, at tað rakk til ein sigur við tveim­um málum á muni.
Oddaliðið, sum longu langt síð­ani hevur tryggjað sær pláss í FM-finaluni, mátti hinvegin fyri aðru ferð á rað staðfesta, at alt ikki koyrir heilt so væl, sum tað hevur gjørt tað fyrr hetta kappingarárið. Næstsíðsta sunnudag mátti Neistin eisini lúta við tveimum málum fyri H71, sum harvið rættiliga óvæntað kundi melda seg inn í finalu­kappingina – í øllum førum í eina løtu…
Í dystinum á Skála í gjárkvøldið menti Neistin sær ta vanligu leiðsluna í fyrra hálvleiki, sum eitt skifti var seks mál, men longu í steðg­inum var hon tódnað niður í tvey. Nakað inn í seinna hálvleik fór StÍF fyri fyrstu ferð framum, og hóast liðini togaðust eitt sindur, hildu strandingar fast síðstu tíggju minutt­irnar, so Neistin ikki skuldi sleppa framum aftur – og tað helt til endans.

Ivaleysur H71-sigur
Undan dystunum í gjárkvøldið átti H71 eitt serligt »met« í Atlantic Airways-kappingini, tí liðið var tað einasta, sum hevði vunnið á Neistanum og tapt fyri Team Klaks­vík. Nú eru hoyvíkingar ikki longur teir einastu, ið hava bast odda­liðnum, men framvegis eiga teir hin partin av metinum.
Ikki tí, hesa ferð gjørdi H71 einki býtt, men spældi sannførandi og trygt ímóti klaksvíkingum, sum í veruleikanum ikki fingu eitt bein til jørðina. Hetta var næstan sum hjá manslandsliðnum á Dublin-ferðini um vikuskiftið, tí her sást beinan­vegin munur á, og hann helt sær væl og virðiliga.
Mitt í fyrra hálvleiki skoraðu hoyvíkingar fimm ferðir á rað, uttan at Team Klaksvík fekk nakað mál, og tað sama var beinanvegin í seinna hálvleiki, tá H71 fekk seks mál í einum, og ímóti endanum. Sam­an við øllum hinum rakk hetta væl og virðiliga til sigurin, ið gav H71 tvær ferðir so nógv mál sum Team Klaksvík.
Sostatt livir FM-finaluvónin hjá hoy­víkingum enn, og um teir ikki seta stig til ímóti KÍF um viku­skiftið, verður tað heila bara upp­aftur meira spennandi, hóast koll­firðingar bara skulu hava eitt stig aftrat fyri at fáa fulla vissu um pláss í finaluni.