StÍF kan yvirhála H71

Bæði H71 og StÍF hava famvegis ein góða møguleika fyri at røkka einum FM finalu plássi, men tað krevur ein sigur at halda fast í KÍF og VÍF.

 

Í høllini í Hoyvík tekur nummar trý móti nummar fýra, tá H71 og StÍF spæla. Tað er greitt, at annað av hesum liðnum fer at missa stig, um ikki bæði, í mun til VÍF, sum er stórfavorittur at vinna á Team Klaksvík í morgin.

 

Spælir H71 eins illa og teir gjørdu í løtum móti KÍF, so hevur StÍF ein góðan møguleika fyri at vinna dystin, og samstundis yvirhála hoyvíkingar á stigatalvuni.

 

Atlantic Airways deildin:

Leygardagin 1. desembur

H71 – StÍF 16.00

 

Sunnudagin 2. desembur

VÍF – Team Klaksvík 16.00 (Beinleiðis á Rás2)

 

Støðan:

 

1. KÍF 15(Stig)

2. VÍF 12

3. H71 10

4. StÍF 9

5. Kyndil 8

6. Neistin 6

7. Team Klaksvík 0

 

Øll liðini hava spælt níggju dystir, uttan VÍF, Neistin og Team Klaksvík, sum hava spælt átta.