StÍF koppaði KÍF

Uttan tveir av stóru málslúkunum fekk KÍF ikki hildið tørn á útivølli ímóti StÍF, ið vann tryggan sigur, ið tó bara pyntar eitt sindur um plássið á stigalvuni.

Onkur vildi kanska hildið, at nú mátti verið umráðandi hjá kollfirðingum at hildið fokus, og at nú teir vita, at teir eru í FM-finaluni, mátti allur denturin verið lagdur á fyrireikingarnar til hana. Men so sjálvsagt hava teir í KÍF ikki valt at sæð upp á tað, tí tá liðið í gjár vitjaði StÍF á Skála, var tað uttan spælarar sum Andrias Nielsen, Nicklas Selvig og Ása Dam á vøllinum.
At teir báðir fyrrnevndu ikki vóru við, sást eisini á málskjótingini, tí tað bleiv bara til 25 mál tilsamans, og ein annar av málslúkunum hjá kollfirðingum, Hans Eli Sigurbjørnsson, ið plagar at roynast væl, fekk hesaferð bara fýra mál.
So skal eisini sigast, at hjá StÍF var Sveinur Justinussen við aftur, eftir at hava sitið uttanfyri í hálvanannan mánað, tí hann koykti sær eina tá, tá StÍF og KÍF seinast møttust.
Strandingar fóru síðstu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki eitt sindur frá kollfirðingum og vóru á odda við fýra málum í hálvleikinum, og eftir steðgin helt StÍF tørn og læt stórt sæð ongantíð KÍF koma nær aftur, og at enda bleiv talan um trivaligan sigur.

StÍF: Marius Joensen 9, Pætur Joensen 9, Jógvan G. Joensen 4, Sveinur Justinussen 4, Borgar Danielsen 3, Allan Norðberg 3, Fríði R. Djurhuus 1, Steinar Prestá 1
KÍF: Rúni Joensen 7, Teitur Joensen 5 (2), Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Poul Finnur Egholm 3, Regin Petersen 2, Fríði Weyhe 2, Rógvi Weyhe 1, Tony Weyhe 1
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum