StÍF setti KÍF upp á pláss

Kollfirðingar komu niður á jørðina aftur, tá ið teir taptu fyri strandingum

Okkara-deildin: StÍF - KÍF 25-21 (13-8)

 

StÍF vann síni fyrstu stig hetta kappingarárið, tá ið liðið sigraði á KÍF.

Lagið var annars gott í Kollafirði eftir at KÍF vann við 10 málum á H71 mikukvøldið, men í dag var KÍF ongantíð veruliga nær við sigurin á Skála.

 

Hjá strandingum frættust í vikuni tung boð um, at Sveinur Justinussen ikki verður førur fyri at spæla aftur í langa tíð vegna ringan skaða.

 

Men strandingar saknaðu ikki stórskjúttan í dag. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki løgdu teir seg eini trý mál fram um og tá ið komið var til hálvleiks var støðan 13-8 til StÍF.

 

Munurin øktist enn meira í seinna hálvleiki og eftir lítlari løtu vóru átta mál á muni.

Kollfirðingum eydnaðist at minka um munin niður í fýra mál, men nærri komu teir ongantíð og endaliga úrslitið gjørdist 25-21 til StÍF, eftir stórt avrik frá nýggja leikaranum, Rana A. Højgaard.

 

 

Málskjúttar hjá StÍF:

Rani A. Højgaard 9, Jóannes Prestá 4, Dávid Danielsen 3, Djóni J. Petersen 3, Pætur Ó. Barclay 3, Martin Danielsen 2, Tummas Simonsen 1

 

Málskjúttar hjá KÍF:

Atli L. Hammer 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Borko Cupara 4, Teitur Joensen 3, Poul F. Egholm 2, Ási Dam 2, Jón Suni Kjærbæk 1, Vilhelm Magnussen 1