StÍF skal á beint

Vinunr StÍF útidystin á Neistanum, er javnstøða í oddinum, har talan so fer at verða um kapprenning millum strandingarnar og vestmenningar

Manshondbóltur

Tríggir dystir verða leiktir í bestu mansdeildini í hondbólti um vikuskiftið. Fyri oddastríðið er hin mest spennandi av hesum helst, tá StÍF vitjar hjá Neistanum. Hetta eru liðini, sum stóðu ovast á talvuni, tá grundspælið endaði, men í endaspælinum hava tey tó bæði havt trupulleikar av at fáa spælið at koyra nóg væl.
Ringast sær út hjá Neistanum, sum við greiða tapinum í Vestmanna seinasta vikuskifti mest sum meldaði seg úr oddastríðnum, og verður talan aftur um tap hesaferð, er talan mest sum um pass-meld.
Hóast spælið heldur ikki hevur koyrt nakað serligt hjá strandingunum, so hevur úrtøkan tó verið á eini leið. Seinasta vikuskifti var eisini líkt til, at nakað av flogið er komið yvir spælið aftur, og sigast má í øllum førum, at tað er í tøkum tíma. Strandingar eru nevnliga í løtuni tvey stig aftan fyri oddaliðið úr Vestmanna, sum hevur frí hetta vikuskiftið. Tí eru als ikki ráð at missa fleiri stig í oddastríðnum, sum nú av álvara tykist gerast ein tvídystur millum StÍF og VÍF. Men tað krevur altso, at strandingar nú finna taktirnar úr grundspælinum aftur.

Bronsustríðið
Hinir báðir dystirnir verða í Hoyvíkarhølilni og í Runavík. Í Hoyvík vera tað tey bæði heimahoyarandi liðini, KÍF og H71, sum skulu takast. Fyri bæði hesi er galdandi, at tey við einum sigri av álvara kunnu leggja seg út í bronsustríðið. Serstakliga kollfirðingar hava fleiri í ár havt møguleika at leggja seg heilt fram í oddinum, men onkursvegna hava teir sýnt ótrúlig evni at tveita stig burtur seinastu løturnar í einstøku dystunum.
Var nakar í grundspælinum, sum tosaði um, at hovyíkikngar skuldu leggja seg út í heiðursmerkjastríðið, so varð viðkomandi helst skýrdur sum óbøtandi optimistur, ellar í ringasta føri svakur, men tað er tó júst tað, sum er um at henda. Sigrar á eitt nú Neistanum og VÍF hava ført H71 langt burtur frá botnstøðuni, sum liðið var í undan endaspælið, og fáast tvey stig aftur hesaferð, fer av álvara at gerast spennandi hjá teimum.
Ein partur av orsøkini til framgongdina er uttan iva, at venjarin hjá liðnum, Uni Wardum, gjørdi av at finna harpiksið framaftur, men hann verður so ikki við hesaferð eftir reyða kortið, sum hann fekk í dystinum móti Tjaldri. Tí verður størsti spurningurin helst, hvussu hoyvíkingar nú fara at skipa álopspartinum, og um teir megna hetta nóg væl til tess at basa kollfirðingum.
Seinasti dysturin verður í Runavík, har Tjaldur fær vitjan av Kyndli. Seinastu dystirnar hevur Tjaldur verið fyri nøkrum sera teprum tapum, og einki er at ivast í, at teir vilja gera tað eina tonn betri, nú steypavinnararnir koma á vitjan. Júst heitið sum steypavinnarar siga tó nakað um, hvussu góðar dygdir Kyndils-liðið hevur, og verða hesar funnar fram í røttu løtunum, er ilt at síggja, hvussu runavíkingarnir skulu steðga teimum. Fyri Kyndil er eisini alneyðugt við tveimum stigum, nú bronsustríðið av álvara tykist at harðna, so tað verður neyvan so, at nakar parturin tekur ov lætt upp á uppgávuna sunnudagin.1