StÍF steðgaði H71

Fyri aðru ferð í fýra dagar taptu hoyvíkingar. Strandingar tvífaldaðu sítt tal á stigum

 

StÍF vann útsetta dystin í móti H71 í høllini á Skála mikukvøldið.

Dysturin var útsettur frá fyrr í ár, og nú StÍF við tveimum stigum í posanum og H71 við seks stigum hittust, endaði tað við sigri til StÍF.

H71 byrjaði kappingina við trimum sigrum á rað, men seinastu dagarnar hava teir taptu tvær ferðir. Fyrst móti Nestanum og nú móti StÍF.


Strúkandi í fyrra hálvleiki

Longu í hálvleikinum hevði StÍF vunnið sær stóra leiðslu, og fyrra hálva tíman var einki, sum bendi á, at H71 skuldi fara at geva heimaliðnum nakra serliga mótstøðu.

Tað gekk illa hjá hoyvíkingum at bróta ígjøgnum verjuna hjá StíF, men góða álopsspælið hjá strandingum var ov nógv fyri H71-verjuna.

Í hálvleikinum var støðan 17-10 til StÍF, og hóast H71 tók seg eitt sindur saman í seinna hálvleiki, so var munurin millum liðini ov stórur.

H71 minkaði tvær ferðir í seinna hálvleiki leiðsluna hjá StÍF niður í trý mál, men nærri komu teir ikki. StÍF helt seg framman fyri, og tá dysturin var av, vóru júst trý mál á muni millum liðini.

Sigurin merkti, at StÍF tvífaldaði sítt stigatal upp í fýra, meðan H71 annan dystin á rað stendur í stað við seks stigum.


Dysturin í tølum:

StÍF-H71 29-26 (17-10):

Málskjúttar:

StÍF: Costin Dumistrescu 8 (3), Marius Joensen 7, Alexander Johansen 4, Jón Rasmussen 3, Artur Johansen 3, Sveinur Justinussen 3, André F. Danielsen 1.

H71: Finnur Hansson 7 (4), Bjarni Wardum 6 (3), Halgir Dahl Olsen 4, Olaf Vestergaard 4, Agnar Højgaard 2, Anfinn Debes 2, Hallur Danielsen 1.

Brotskøst: StÍF 4, H71 8

Útvísingar: StÍF 4, H71 2

Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen og Kári Hansen