StÍF trívist í Vági

Av fýra møguligum hevur StÍF havt tey trý við sær heim, tá tær hava vitjað í Vági í ár

Kvinnuhondbóltur

VB-kvinnurnar kunnu helst fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri, at tær ikki fingu fulla úrtøku, tá tær høvdu vitjan av StÍF sunnudagin.
Hóast dysturin er av teimum meira týdningarleysu, um hugsað verður um skipanina av kappingini, so hevði VB ivaleyst ætlað sær bæði stigini. Eisini hóast liðið enn eina ferð mátti vera Daivu Toumaite fyriuttan, nú hon tykist hugsa mest um at vera til reiðar, tá hálvfinalurnar skulu spælast.
StÍF mest sum vissaði sær sætið í hálvfinaluni, tá tær fyri viku síðani spældu javnt í útidystinum móti Kyndli, men fyri tað høvdu tær als ikki í hyggju at slappa av í Vági. Frá fyrsta bríksli stríddust tær fyri sínum møguleika, og tað gav eisini at bíta hjá heimaliðnum, sum eftir strævnan útidyst í Klaksvík ikki tóktist hava yvirskotið at toga seg leyst.
Gongdin eftir steðgin var tann sama, men við einum tíggju minuttum eftir tóktist VB tó hava tikið avgerandi fetið móti sigrinum. Trý mál á rað skaptu eitt glopp, og tó at StÍF royndi at svara aftur, so gekst illa. Seianstu fýra minuttirnar stóð tó púrasta fast hjá VB. Við einum spælara í undirtali eydnaðist tó at fáa brotskast, sum kundi avgjørt dystin, men tikið varð ikki av, og so kundi StÍF stjala annað stigið, tá tær javnaðu í seinastu løtu.
Kanska eitt týdningarleyst stig á tann hátt, at hetta ikki broytir nakra raðfylgju. Men hetta staðfesti í øllum førum veruleikan, at tað verður StÍF, sum skal spæla hálvfinalu móti Stjøruni, tá millumspælið hjá kvinnunum er av.

Fakta um dystin
VB-StÍF 25-25 (15-14)
Málskjúttar
VB: Ivana Ljubicic 6(2), Rannvá Johannesen 4, Laila Jespersen 4, Maja Sølvsten 3, Bára Mortensen 2, Theresa Joensen 2, Una Egilsdóttir 2, Svava Vestergaard 1, Miriam Michelsen 1
StÍF: Ninna K. Johansen 6, Rebekka Justinussen 5(2), Malan Petersen 4, Ásgerð Káradóttir 3, Ata Gregersen 3, Guðrun Danielsen 2, Bára B. Danielsen 2
Brotskøst: VB 3, StÍF 3
Útvísingar: VB 4, StÍF 2