StÍF vísti lágt botnstøði

Kyndil vann í gjár 31-25 móti steypafinalistunum StÍF. Kyndil spældi væl í seinna hálvleiki, meðan StÍF vísti lægsta botnstøðið í deildini

StÍF-Kyndil 26-31 (13-13):


StÍF tók ímóti Kyndli í gjár á Skála. Lagt var upp til ein spennandi dyst. StÍF, sum júst er komið í steypafinaluna, var lítil favorittur til dystin, men Kyndil hevur verið væl koyrandi í seinastuni, og teir vundu burturúr strandingum.
Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki. Leivur Justinussen spældi ein fínan dyst, og hann gjørdist eisini toppskjútti hjá StÍF. Hvørgan av liðunum fingu veruliga álopið at koyra, men verjunar stóðu væl, og liðini kundu fara til hálvleiks við støðuni á jøvnum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kyndil betri eftir steðgin
Liðini fylgdust eisini fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so legði Kyndil seg framum 20-17. StÍF fekk tó ein gyltan møguleika at heinta leiðsluna aftur, tá ið ein kyndilsleikari fekk eina útvísing. Strandingar dugdu tó als ikki at gera sær dælt av yvirtalsstøðuni. Teir mistu bóltin, og Kyndil skoraði, áðrenn verjan hjá StÍF hevði skipað seg aftur. Kyndil skoraði trý mál hesa løtuna, sum teir vóru í undirtal, meðan StÍF einki mál fekk.
Álopið hjá StÍF steðgaði púra upp. Tann einasti, sum megnaði at halda støðið, var leikandi venjarin Jacob Jónsson. Eisini verjan hjá StíF sveik Marian í málinum, sum tó stríddist væl. Ferð eftir ferð pilkaði Marian skotini hjá leysum Kyndlamonnum.
Tað var tó ein maður hjá Kyndli, sum skoraði hvørja ferð. Strikan Janus Einar Sørensen spældi ein sera góðam dyst, og hann skoraði hvørja ferð, hann fekk møguleikan. Hjalti M. Jacobsen og Høgni Klein vóru óførir at spæla inn á strikuna til Janus Einar, sum skoraði 8 mál í dystinum.
Høgni Klein tykist eisini veruliga at vera í toppform. Hann skorar nógv mál sjálvur men gevur eisini hinum spælarunum pláss. Ein tílíkan spælstýrara tykist StÍF at mangla.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF lágt botnstøði
Sigurin hjá Kyndli var ongantíð í vanda í seinna hálvleiki. StÍF tóktist ikki at hava orkuna ella viljan til at stríðast. Kyndilsleikararnir vístu fyrimyndarligan stríðsvilja, tá ið teir vóru undirmannaðir, og sigurin var fult uppiborin.
StÍF hevur eitt gott lið, men teir eru ov svingandi. Sunnudagin raktu teir botnin, og sigast má, at teir hava eitt sera lágt botnstøði. Álopið var uttan hugflog, og teir vardu uttan vilja. Teir tykjast at mangla ein spælstýrara, sum kann leiða álopið aftur á eitt grundspæl, tá ið tað ikki gongur so væl.
Ein kann eisini undrast á, strandingar ikki skifta meira út. Teir hava fleiri spælarar á beinkinum men sendu ongan inn, hóast teir, sum vóru á vøllinum spældu langt undir vanliga støðið.
Ein kann seta spurningin, um StÍF manglar ein hjálparvenjara, tá ið Jacob er leikandi venjari. Tað er ein royndur lutur, at tað er torført at skifta út, tá ið tú spælir samstundis. Tað tóktist tó ógreitt, hvør hevði ábyrgdina av hesum.
Hetta sást best ta einu løtuna í seinna hálvleiki, tá ið strandingar fingu eina útvísing. Kyndilsmenn fóru at mansverja Finnur Hansson og Jacob Jónsson. Tá hevði verið náttúrligt at skift ein annan bakkspælara inn fyri at fingið eina hóttan, men hetta var ikki gjørt. Í staðin máttu Bárður Danielsen og André Danielsen, sum vanliga spæla á vonginum, saman við strikuspælaranum Mortani Hanssen syrgja fyri at hótta verjuna.
Í hesum førinum høvdu nógv ynskt at sæð Artur Johansen á vøllinum, tí hann hevur evnini og royndirnar til at bjarga liðnum úr einari torførari støðu.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Kyndil er veruliga komið í eina góða gongd, og teir ferðast støðugt upp eftir stigatalvuni. Liðið av Strondum er eitt sindur torførari at gerast klókur uppá. Teir eru í steypafinaluni í ár, og teir kunnu spæla sera góðan hondbólt til tíðir. Í gjár vístu teir tó eitt óvanliga lágt botnstøði, har ið alt tóktist tilvildarligt. Tað tykist, sum teir spæla annan hvønn dyst góðan og annan hvønn vánaligan.
 
Fakta
 
StÍF-Kyndil 26-31 (13-13)
Málskjúttar:
StÍF: Leivur Justinusen 9, Jakob Jónsson 5, Finnur Hansson 4 (1), Andre Danielsen 3, Bárður Danielsen 2, Bent Djurhuus 1, Mortan Hansen 1, Borgar Danielsen 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8, Høgni Klein 7 (1), Rókur Akralíð 5, Hans Áki Dal Christiansen 4 (1), Ragnar Stakksund 4 (2), Hjalti M. Jacobsen 2, Kenn Zachariassen 1
Brotskøst: StÍF 3, Kyndil
Útvísingar: StÍF 8, Kyndil 6
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen