Team Klaksvík - StÍF 26-30 (14-16)
Meðan steypakappingin er farin í gongd, so var eisini ein landskappingardystur í Klaksvík í kvøld.
Liðini bæði hava ikki gjørt nógv um seg í landskappingini í ár, og vóna tí at kunna gera ein vørr í steypakappingini. Tí kudi dysturin í Klaksvík í kvøld geva eina ábending um hvørt liðini kundi gera sær slíkar vónir.
Fyrri hálvleikur leikaði javnt á við nógvum málum í báðum endunum, men stutt fyri hálvleik legði StÍF seg tvey mál fram um.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki mundi tað eydnast strandingum at leggja seg avgerandi á odda, men klaksvíkingar minkaðu um munin niður í trý mál tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika.
Men StÍF svaraði aftur, og avgjørdi dystin seinastu løtuna, so at StÍ vann við úrslitinum 26-30, og fekk tí ein fínan sigur áðrenn liðini bæði hittast í steypakappingini.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík:
Christoffer Madsen 7, Vilhelm Vilhelmsen 5, Sámal á Tjaldrafløtti 5, Hørður F. Sigþórsson 3, Jens Pauli Mohr 3, Finnur Hansson 2, Beinir Johannesen 1,
Málskjúttar hjá StÍF:
Rani A. Højgaard 8, Pætur Ó. Barclay 4, Pætur Johansen 4, Jóannes A. Prestá 4, Ivan Mrdalo 3, Martin Danielsen 2, Jógvan G. Joensen 2, Teitur V. Nilssen 1, Djóni Petersen 1