Kyndil - StÍF 22-23 (10-11)
Í Okkaradeildini var StÍF á vitjan hjá Kyndli í Høllini á Hálsi.
Kyndil vóru helst at rokna sum favorittar eftir sín sigur á Neistanum farna vikuskifti, men hetta sást ikki á vøllinum fyrstu løtuna. StÍF kom skjótt eini trý mál framum, og kundu fara til hálvleiks á odda við einum tá ið støðan var 10-11.
Kyndil legði hart út í seinna hálvleiki og kom á odda við trimum, men heldur ikki teir megnaðu at halda hesa leiðsluna, og dysturin gjørdist javnur. Seinastu løtuna koppaði dysturin aftur og fram, og tað vóru strandingar, ið høvdu hepni at fáa dystin at koppa sín veg. Dysturin endaði tí við 22-23 sigri til StÍF, ið enn einaferð sendu boð um, at teir eisini skulu takast í álvara í kappingini.
Málskjúttar hjá Kyndli:
Rógvi Dal-Christiansen 5, Høgni K. Olsen 4, Tummas P. Hanusarson 3, David Edvardsen 3, Bartal K. Olsen 2, Tróndur Wardum 2, Hjalti M. Jacobsen 1, Magnus K. Djurhuus 1, Jan P. T. Johannesen 1,
Málskjúttar hjá StÍF:
Jóannes A. Prestá 8, Teitur V. Nilssen 5, Pætur Johansen 3, Martin Danielsen 3, Tummas Simonsen 1, Rani A. Højgaard 1, Ivan Mrdalo 1, Djóni J. Petersen 1,