Fyrra hálvfinalan hjá í steypakappingini hjá monnum í hondbólti millum StÍF og VÌF í høllin á Skála er júst liðug.
Dysturin endaði við 24-22 sigri til StÍF. Sveinur Justinussen skoraði til 24-22 til StÍF í seinastu løtu.
Ì steðginum varð StÌF á odda við fimm málum, tá støðan var 15-10 til StÍF. Agnar Joensen hjá VÌF var ikki heilt ónøgdur við at hava tapt við bert tveimum málum, og hann sær møguleikan at venda samlaða úrslitinum í Vestmanna til ta seinnu hálvfinaluna.
Marius Joensen hjá StÍF segði aftaná dystin, at tað var rættiliga harmiligt, at teir ikki vunnu við fleiri málum, tí hann metti, at StÌF var klassar betri enn VÍF í dystinum í kvøld.