Stígur komin í stórar ætlanir

Spurningurin er um samgongan longu hevur svikið síni lyfti til veljaran á tveimum avgerðandi økjum - ella er tað bara eitt lyfti, sum er brotið

Skattalættin

Hevur samgongan svikið síni lyfti til veljaran á tveimum avgerðandi økjum- ella er tað bara eitt lyfti, sum er brotið?
Tað er spurningurin, sum mong seta sær sjálvum í hesum døgum.
Tá ið samgongan kom til í fjør, setti hon sær stórmál fyri. Eitt av hesum stórmálum var at lækka skattin 60 milliónir um árið í øllum valskeiðnum, ella tilsamans 240 milliónir. Eitt annað stórmál var at hækka pensjónirnar munandi.
Ein partur av hækkingunum í pensjónunum skuldi fáast við at hækka samhaldsfasta, so at inngjaldið úr honum kom at hækkað munandi tey komandu árini.
Men tað var eisini ein avgjørd treyt í samgonguskjalinum, at lovaði skattalættin og ætlanin um at krevja størri inngjald í Samhaldsfasta fyri at hækka útgaldið, hingu saman.
Verður annað framt, skal hitt fremjast eisini. Verður annað slept, skuldi hitt sleppast eisini.
Í ár gekk alt eftir ætlan: Skattalættin varð latin, akkurát sum lovað og samstundis hækkaði inngjaldið til samhaldsfasta eftirlønargrunninum akkurát sum lovað. Bæði løntakarar og arbeiðsgevarar hava betalt 0,5% í part inn í Samhaldsfasta, men 1. januar í ár, hækkaði gjaldið hjá hvørjum parti upp í 0,75% og tað gjørdi eisini, at útgjaldið til pensjónistarnar hækkaði.
Men nú tykist longu sum um at stígur er komin í!!!
Í fíggjarlógini fyri næsta ár er greitt, at skatturin lækkar eisini 60 milliónir komandi ár.
Men enn er púra óvist um inngjaldið til Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin eisini hækkar komandi ár og sostatt eisini pensjónirnar.
Orsøkin er, at samgongan veit ikki rættiliga, hvussu teir skulu kalla hendan vælsignaða skattalættan.
Spurningur er, um skattalættin komandi ár er tann sami skattalættin, sum varð avtalaður í samgonguskjalinum, ella um talan er um eitt endurgjald afturfyri at kommunurnar yvirtaka barnavernarøkið, so at fleiri av teimum verða noyddar at hækka kommunuskattin.
Samstundis verður barnsburðargrunnurin verður lagdur undir partarnar á arbeiðsmarknaðinum og tað fer at føra til, at avgjaldið til grunnin hækkar.
Er talan um ein skattalætta eftir samgonguskjalinum, skal inngjaldið í og útgjaldið úr Samhaldsfasta eisini hækka.
Er talan um endurgjald til skattgjaldaran, er skattalættin, sum er avtalaður í samgonguskjalinum sleptur og sostatt er samgongan heldur ikki bundin av avtaluni um samhaldsfasta.
Tey, sum eru við at verða í ørviti av øllum hesum, kunnu ugga seg við, at politikararnir í samgonguni eru minst líka trillrundir, tí teir vita heldur ikki, hvussu skattalættin skal eita.
Tá í samgongan varð skipað, varð avtalað, at skattalættin skuldi í mesta lagi vera 60 milliónir um árið.
Í ár var skattalættin 60 milliónir, akkurát sum avtalað í samgonguskjalinum
Men hóast talan kanska ikki er um ein skattalætta komandi ár, er eisini talan um at lækka landsskattin 60 milliónir næsta ár.
Men tað er av tilvild, siga politikarar.