Týskvøldið varð skipað fyri fyrsta Føroyakvøldinum í summar. Føroyakvøld er eitt tiltak, sum Havnar Sjónleikarfelag saman við Kunningarstovuni í Havn fyriskipar fyri okkara útlendsku gestum og føroyingum við, sum vilja uppliva føroyska mentan og mat.
Sum undanfarin ár er tað Sjónleikarhúsið, sum hýsir tiltakinum. Tey vitjandi kunnu gleða seg til eina fjøllbroytta og spennandi skrá. Skráin rúmar sjónleik, tónleik, dans, sang, søgur, sagnir, yrkingar og skjaldur. Umframt fjølbroyttu skránna, so fáa gestirnir eisini høvi at royna føroyskan mat.
Føroyakvøldini í Sjónleikarhúsinum verða hvørt týskvøld í summar, og hildið verður á til týskvøldið 26.august. Týskvøldið var so fyrsta almenna Føroyakvøldið í summar, og fyrireikararnir kunnu fegnast um, at tiltakið var útselt. Serliga útlendingar høvdu leitað sær í Sjónleikarhúsið, men eisini vóru føroyskir gestir at síggja.
Havnar Sjónleikarfelag sigur, at Føroyakvøldini verða ár eftir ár betri og betri vitjað, og serliga hava tey varnast, at føroyingar eisini eru farnir at taka tiltakið til sín.
Góðar framførslur
Tað eru sjónleikarar úr Havnar Sjónleikarfelag, sum framføra. Sjónleikararnar eru royndir, og tað sæst eisini aftur á framførslunum, sum vóru sannførandi. Birita Mohr og Egi Dam, sum bæði hava drúgvar royndir, standa fyri uppsetingini. Hon er fjøllbroytt, alt frá sagnum til yrkingar av okkara fremstu yrkjarum eru á skránni. Framførslurnar fara fram á enskum og skandinaviskum, og eisini sleppa útlendingar at hoyra tað føroyska málið.
Áskoðararnir týskvøldið sóu til hugnaðu sær eisini óført. Søgnin um Sørinar Pól og Huldugentuna, og framførslan av yrkingini hjá William Heinesen um "Det muntre Nord" vóru hæddarpunktini á kvøldinum. Útlendsku gestirnir vóru sera hugtiknir av frálíku framførslunum, og ikki sørt av látri var at hoyra í salinum til framførsluna av yrkingini um "Det muntre Nord. Sangur og upplestur var eisini væleydnaður.
Evnaríki,Uni Debes, stóð fyri tónleikinum, og við góðum gittarspælið hugtók hann eisini gestirnar í salinum í Sjónleikarahúsinum.
Eftir væleydnaðar framførslur var at enda farið upp á gólv. Føroyingar løgdu fyri við sýna fram vanligan føroyskan dans, gomlu ketu, sandoyardans og bandadans fram, og eftir at gestirnir høvdu roynt føroyskan mat, fingu teir eisini høvi at royna seg í føroyskum dansi. Nógv nýttu møguleikan at sleppa upp á gólv, sum var endabresturin á einum væleydnaðum Føroyakvøldi hjá Havnar Sjónleikarfelag.