ST-handikappsáttmálin fevna um Føroyar

Landsstýrið vil, at nýggi ST-handikappsáttmálin frá byrjan av eisini skal fevna um Føroyar. Tí hevur løgmaður, sum eitt fyrsta stig, sett nevnd til at fyrireika okkum til sáttmálan.

Lógir, sum gera at brekað eru fyri mismuni, skulu strikast, og nýggjar lógir, sum tryggja, at brekað ikki verða sett til síðis, skulu setast í gildi.

Hetta verður nakað av tí nevndin skal arbeiða við. Nevndin skal finna fram til, hvussu Føroyar eiga at fyrihalda seg til sáttmálan, og hvat skal til, fyri at seta ST-handikappsáttmálan í gildi.

Sáttmálin snýr seg um rættindi teirra brekaðu til javnstøðu, atgongd í breiðum høpi, rættin til lívið, persónligt frælsi, møguleikan at taka lut í mentanarlívið, frítíð, ítrótti, rætt til heilsutænastur osfr.

Sáttmálin á føroyskum

Arbeiðið at umseta sáttmálan til føroyskt er farið í gongd. “Tað er umráðandi, at fólk sum bera brek, kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur í okkara samfelag. Og eg fegnist um, at vit um stutta tíð hava sáttmálan á okkara egna máli, soleiðis at øll fáa atgongd til innihaldið og vitan um viðurskifti teirra brekaðu”.

Soleiðis sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú nevndin er sett.

Í nevndini eru: Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi, Barbara á Tjaldrafløtti, ráðgevi, Herálvur Joensen, sendimaður, Eyðbjørn Larsen, deildarstjóri, Hallbera F. West, fulltrúi, Leila Solmunde, forkvinna, og Heðin D. Poulsen, deildarleiðari.