Dygd og sómi.
Nú eitt sindur er liðið frá, síðan fullveldisorðaskiftið tók seg upp, kenni eg meg noyddan (partvís provokeraðan) til at koma fram við nøkrum meiningum um dygdina og tignina í hesum orðaskifti.
Dygdin, tá hon er við, merkir, at orðaskiftið ikki er veruleikafjart, men er opið og erligt. Tað merkir somuleiðis, at einki við vilja verður fjalt undir gólvteppinum, men at orðaskiftið hevur eitt fakligt og sakligt grundarlag, sum øll kunnu fyrihalda seg til.Tað merkir sostatt, at allir partar í orðaskiftinim, samdir ella ósamdir, byggja sínar metingar á sama grundarlag. Sjálvandi merkir tað eisini, at meiningar hjá øðrum ikki verða snaraðar, men at tær verða tiknar við í orðaskiftið, júst sum tær eru settar fram. Stutt sagt, at orðaskiftið er realistiskt og ikki borið uppi av romantiskum veruleikafjarum myndum.
Tignin, tá hon er við, merkir, at tað eisini í orðaskiftinum er pláss fyri teimum, sum ikki eru samd við teimum, sum halda seg umboða ein meiriluta. Tað merkir, at vit í virðing fyri demokratínum fult út virða, at tað eru onnur, sum ikki eru samd, og at hesi ikki í orðaskiftinum verða skírd fyri bæði líkt og ólíkt. Hetta er sjálvsagt galdandi fyri øll, sum luttaka í kjakinum.
Fyri meg at síggja er tað alneyðugt, at vit í minsta lagi royna at halda orðaskiftinum uppi á einum støði, soleiðis at øll tey, sum skulu taka støðu einaferð, meira ella minni trygg kunnu líta á tað, sum sagt verður. Annars verður talan um manipulatión og heilavasking. Og tað er sjálvt málið alt ov stórt og týdningarmikið til.
Dygdin:
Tað er politikkaranna fysta uppgáva at bera so í bandi, at orðaskiftið fer fram á tann hátt, at vit vita, hvat vit tosa um. At vit hava eitt útgangsstøði. At vit hava tað neyðuga grundarlagið fyri kjakinum, tí annars er vandi fyri, at vit hvør í sínum lagi tosa við síðuna av hvørjum øðrum. Og í dagsins orðaskifti um fullveldi verður dúgliga tosa fram við hvørjum øðrum.
Men enn hava vit heldur ikki neyðuga grundarlagið. Vitanin og kanningarnarnar, sum eiga at tryggja dygdina í orðaskiftinum, tað bíða vit framvegis eftir, men tað hevur so ikki forða monnum í at taka støðu.
Samgongan hevur tikið støðu. Málið er fullveldi. Við allari virðing fyri politiska málsetninginum, so er tað ikki heilt vandaleyst at taka støðu, áðrenn vit kenna treytir o. l., og áðrenn tær neyðugu kanningarnar eru gjørdar.
Og tað er júst hetta valið í leysari luft, sum Javnaðarflokkurin hevur sín iva um, hóast vit eisini hava sum mál einar Føroyar, sum eru politiskt, fíggjarligt og umsitingarligt óheftar av Danmark. Men vit seta ikki hetta í verk fyrr enn neyðuga grundarlagið er til staðar. Fyrr enn fyrireikingarnar eru gjørdar. Fyrr enn málið er búgvið. Tað er aðalmunurin. Tað var hetta stjórnarskipananrnevdnin kundi greitt.
Sómi
Men tað, sum fyri meg, er kanska meira vandamikið í fullveldiskjakinum er hetta, at menn hava ilt við at góðtaka og viðurkenna, at onnar hava aðra hugsan og aðra uppfatan av viðurskiftunum.
Ert tú ikki samdur, so fært tú beinanvegin ein lemjandi dóm um, at tú ert ósakligur, at tú átti at skammast ella tað, sum verri er.
Hvar enn vit standa í hesum orðaskifti, er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit fult út virða tey, sum hava aðra uppfatan. At vit fara í dialog við tey við teimum sakligu argumentunum, sum vit halda okkum sita inni við. Tora vit ikki tað, so trúgva vit ov lítið upp á sjálvt málið.
Tað nyttar lítið at viðgera persónarnir í Javnaðarflokkinum í staðin fyri at viðgera tað, sum flokkurin stendur fyri. Tað fyrra gevur ein varhuga av tørvandi argumentum, og eru argumentini ikki til staðar, so er málið neyvan tað rætta.
Bikarið, sum eg siti við, fleyt yvir, tá tingmaður við tingsins og løgtingsformansins loyvi, slapp at skíra meg landasvíkjara, enntá meðan eg sjálvur ikki var staddur í løgtinginum, men hevði varamann mín inni. Hetta vil eg venda aftur til í aðrari grein.
Forkomið
ikki kjakinum
Ein áheitan skal tí ljóða frá mær, um at vit leggja okkum eftir at halda eitt ávíst støði í kjakinum. Eitt støði, har eisini minnilutar tora at siga sína hugsan uttan at verða úthongdir í bløðum, almennu fjølmiðlum ella í gerandisdegnum.
Tað er styrkin í demokratínum.
Tað verður eitt fátækt orðaskifti, um bert ráðandi fólkið sleppur til orðanna.
Sjálvt við kjakinum um nýggja grundlóg, hvat hon so skal innihalda, so loyvir galdandi grundlóg øllum borgarum frítt tali- og skrivifrælsi. Lat okkum virða tað.
Jóannes Eidesgaard