Støðið lagt við Føroya Tele

IKKI kann sigast annað enn, at landsstýrið og samgonguflokkarnir hava borið sera klossut at í sambandi við sáttmálasamráðingarnar.

At samgongan við einum av fremstu tingmonnum tjóðveldisfloksins trumfaði lønarhækking til tingmenn ígjøgnum nærum um somu tíð, sum sáttmálarnir ganga út á arbeiðsmarknaðinum, var ótrúliga illa ?timað?. Vit halda, at tingmannaarbeiðið eigur at verða meira virt og harvið eisini betri lønt, men lønirnar áttu ikki at hækkað júst nú.


AT ein partur av limunum í Starvsmannafelagnum - teir, sum arbeiða í almenna partafelagnum Føroya Tele - fingu játtað upp til 9% í lønarhækking og ábótum, meðan restin av limunum í Starvsmannafelagnum bert kunnu fáa umleið 2%, vísir bert, hvussu vánaligt stevið er í samgonguni - at høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger.


TAÐ løgna í hesum máli er tann sannroynd, at tað er ein fólkafloksmaður, sum umsitur málsøkið, ið Føroya Tele kemur undir. Hóast talan er um eitt partafelag, so eigur landsstýrið meirilutan av partapeninginum, tvs. at landsstýrið umvegis sínar nevndarlimir átti at kunnað ávirkað eina lønarsamráðing. Ein skuldi trúð, at eigarin kann tryggja sær, at nevndin fylgir tí, sum eigarin/landsstýrið hevur sett út í kortið. Ger hon ikki tað, so kann landsstýrið koyra hana frá eitt nú við ein eykaaðalfund.


FÓLKAFLOKKURIN í Tinganesi sigur seg vera ímóti lønarhækkingum, tí tað gongur út yvir kappingarførið. Kortini er tað so nettup økið, sum hoyrir undir fólkaflokkin í Tinganesi, sum fær eina lutvíst stóra lønarhækking. Um somu tíð roynir landsstýrismaður tjóðveldisfloksins at halda aftur yvirfyri øllum hinum á arbeiðsmarknaðinum. Tað vit síggja er , at tjóðveldisflokkurin, ið sigur seg vera verkamannaflokk, í roynd og veru roynir at forða løntakarum í at fáa eina lønarhækking, meðan fólkaflokkurin, sum vanliga ikki verður tengdur saman við lønartakunum, tvørturímóti tryggjar teimum tvs. starvsfólkunum á Føroya Tele munandi hækking.


PLÁSS eigur at verða fyri eini rímuligari lønarhækking á arbeiðsmarknaðinum sum deild. Spurningurin er so, um ikki fólkafloksumsitna málsøkið, har eisini Føroya Tele er ein partur, hevur lagt støðið undir verandi og komandi samráðingum. Hetta verður fíggjarmálaráðharrin helst noyddur at sanna.