Dómarin fann tann ákærda sekan í at hava selt 740 gramm av hassji, og tað gevur 30 dagar afturat handan rimar. Harumframt skal hald leggjast á 37.000 krónur, sum er vinningurin av søluni. Hetta var niðurstøðan, tá Føroya Rættur viðgjørdi tríggjar tær seinastu ákærurnar móti tí 36 ára gamla dananum í stóra narkomálinum, sum nú hevur fingið fongsulsrevsing á tvey ár og tíggju mánaðir.
Tann dømdi valdi at kæra revsingina til Landsrættin, tí hann metir ikki, at dómarin kann geva honum harðari revsing, enn hann longu hevur fingið.
Ákæruvaldið fer hinvegin at royna at fáa revsingina herda, tí tað kravdi fongsulsrevsing í 9 mánaðir, og at hald skuldi leggjast á 533.000 krónur.
Tveir menn vóru møttir sum vitni í rættinum mikudagin. Teir vóru báðir til skips, tá rættarmálið var fyri á fyrsta sinni.
Stóð ikki við frágreiðing
Tað var heldur snópisligt hjá ákæruvaldinum, tá eitt avgerandi vitni í málinum móti tí høvuðsákærda í narkomálinum ikki vildi kennast við ta frágreiðing, sum hann áður hevur givið undir politiavhoyring tann 18. apríl og í rættinum tann 19. apríl.
Hann hevði tá greitt frá, at hann hevði keypt minst tíggju kilo av hassji frá tí ákærda síðan 1988. Hetta vil hann tó ikki kennast við longur, tí nú vil hann bara játta at hava keypt 80 gramm av hassji frá ákærda.Hetta kom tó ikki óvart á ákæruvaldið, tí maðurin, sum vitnaði mikudagin, var sjálvur á ákærubeinkinum mánadagin, og tá játtaði hann bara tey 80 grammini.
Dómarin vrakaði tí tær gomlu frágreiðingarnar og tók ta seinastu til eftirtektar, tí hon var givin undir vitniábyrgd, og tað vóru hinar ikki.
Dómarin hefti seg við, at vitnið og tann ákærdi ikki hava kunnað havt samband hvør við annan í longri tíðarskeið, tí vitnið hevur bæði siglt nógv og búð eitt skifti í Danmark.
Undir trýsti
Maðurin varð spurdur, hví hann hevði givið løgregluni og dómaranum skeiva frágreiðing at byrja við. Hann greiddi frá, at hann hevði verið undir stórum trýsti frá løgregluni, og hann var bangin fyri, at hann skuldi inn at sita, um hann ikki skrivaði undir frágreiðingina, sum løgreglumaðurin hevði skrivað.
Hann legði tískil løgregluna undir at hava lagt honum orð í munnin og at leggja hann undir trýst. Hetta hava fleiri onnur vitni í narkomálinum eisini sagt, tá tey ikki vilja kennast við áður givnar frágreiðingar.
Málið móti hesum vitninum heldur fram týsdagin í næstu viku, tá tað seinasta vitnið skal geva sína frágreiðing.
Síðani var løgreglumaðurin, sum hevði framt avhoyringina á løgreglustøðini, kallaður inn sum vitni. Hann greiddi hinvegin frá, at maðurin sjálvur hevði sagt, hvussu nógv hassj hann hevði keypt frá tí ákærda, og at hann ikki hevði lagt honum orð í munnin.
Eitt annað vitni var eisini í rættinum mikudagin, og tað var ein 45 ára gamal maður. Hann fekk dóm fríggjadagin fyri at hava keypt 660 gramm av hassji frá ákærda. Hann fekk 60 daga fongsulsrevsing, har 30 dagar vóru treytaðir.
Hann játtaði tað sama, nú hann var innkallaður sum vitni. Hann hevði keypt 300 gramm at selja vinum og kenningum, og 360 hevði hann keypt til egið brúk.
36 ára gamli danin er nú dømdur fyri at hava selt tíggju kilo av hassji og smuglað tvey kilo av hassji. 54 gramm av kokaini og 25 gramma av amfetamini hevur hann eisini fingið dóm fyri at selja.
Málið móti 36 ára gamla dananum verður tikið uppaftur tann 23. september, tá Landsrætturin fer at viðgera tað.