Inger Støjberg, danski integrationsráðharrin, mátti taka til rýmingar, tá hon í dag var á vitjan í eini flóttafólkamistøð. Tað var eftir, at íbúgvar á miðstøðini royndi at fáa hendur á hana, at myndugleikarnir metti støðuna vera so vandamikla, at tað var neyðugt at fáa ráðharran av staðnum alt fyri eitt. Tað skrivar danska blaðið Politiken.
Sambært Politiken, so byrjaði ófriðurin, tá ráðharrin og Johanne Schmidt-Nielsen, fyrrverandi forkvinna fyri Eindarlistan, vitjaðu eina familja á miðstøðini.
Sambært Olav Hergel, journalisti hjá Politiken, ið var á staðnum, so stúvaðu eini 40 fólk seg saman uttanfyri heimið hjá familjuni, tá tað hoyrdist, at familjan helst fór at fáa friðskjól, nú ráðharrin var á vitjan.
Tá vitjanin var liðug, og ráðharrin kom út aftur, var mannamúgvan ill og uppøst, og tyrptust fólk rundanum ráðharran og ráðharrabilin.
- Ein yngri kvinna við tveimum børnum fór heilt upp í andlitið á Inger Støjberg og rópti og ýldi. Hon var ágangandi og frá sær sjálvum. Ein stórur maður við síðuna av henni bleiv eisini ágangandi, og brádliga spreiddi tað seg, og løgreglan misti tamarhald á støðuni, sigur Olav Hergel.
Tað eydnaðist at fáa ráðharran gjøgnum fólkamúgvuna og í bilin, men fleiri av flóttafólkunum lupu upp á bilin og framum hann. Av tí sama blivu fleiri fólk rakt, tá bilurin við skundi fór avstað. Sambært Politiken, so fekk ongin nakran álvarsligan løst í tilburðinum.
- Tað var ein vandamikil støða. Um hon hevði ein lívverja færri, so hevði hon verið í veruligum vanda, og uttan trygdarfólk hevði tað fingið ein galnan enda, sigur Olav Hergel við Politiken.
Sambært løgregluni í Norðursælandi, so fekk heldur ikki ráðharrin mein á vitjanini, men metti PET, at støðan var so álvarsom, at neyðugt var at fáa ráðharran í tryggleika.