Helgi sigur so rætt, at tey sum ættleiða skulu gjøgnum alskyns samrøður og kanningar, so eingin ivi er um, at eisini tey støku sum ættleiða eru sera vælegnað og toppmotiverað foreldur. Blíðan byr verður teimum ynskt!
Argumentatiónin skríggjar til himmals
Hin orsøkin til at støk ikki eiga at kunna ættleiða, sigur hann vera, at korini hjá støku uppihaldarunum eru so vánalig, og tí eiga vit ikki loyva teimum at ættleiða!!!!
Eg fegnist um, at eisini Helgi Abrahamsen hevur sannað truplu umstøðurnar hjá støku uppihaldarunum. Men, at tað skal gerast ein forðing hjá støkum at ættleiða er mær ein gáta. Tað er væl tað sama sum at siga, at av tí at vit (politikarir) ikki hava gjørt okkara arbeiðið nóg væl, skulu tey støku sum vilja ættleiða straffast!!!
Áttu vit ikki heldur at bøtt um korini hjá støku uppihaldarunum?
Tí Helgi, nú tú hevur sannað truplu korini hjá teim støku er sjávsagdi spurningurin: Hvat skulu tú og eg gera við tað? Tað eru væl júst tú og eg, sum kunnu broyta vánaligu korini hjá støku uppihaldarunum.
Hvat kann gerast við korini?
Eitt tað fyrsta uppskotið vit skulu viðgera á tingið eftir jólasteðgin er uppskotið um dupultan útbúgvingarstuðul stakar uppihaldarir. Vóni, at tú og øll samgongan fara at viðgera uppskotið við vælvild. Umframt mangt annað vit kunnu gera fyri nevnda málbólk. Tí vit kunnu veruliga gera nógv so allar familjur í Føroyum – eisini tær har talan er um stakar uppihaldarir trívast væl.