ST krevur frið í Sýrialandi

ST aðalfundurin samtykti í gjárkvøldið eina fráboðan, sum krevur, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, skal steðga harðskapinum ímóti mótmælisfólkinum alt fyri eitt. Samtyktin er ikki bindandi.

Egyptaland legði uppskotið fram vegan 27 onnur lond, og tá atkvøtt varð, atkvøddu 137 lond fyri, 12 atkvøddu ímóti, og 17 atkvøddu ikki. Millum tey 12, sum atkvøddu ímóti, vóru Russland og Kina. Eygleiðarar søgdu undan atkvøðugreiðsluni, at samtyktin fekk onga ávirkan á sýrisku leiðsluna, um Russland og Kina atkvøddu ímóti.

Samtyktin fordømir tað skipaða brotið á altjóða mannarættindini, sum sagt verður, og aðalfundurin krevur, at sýriska leiðslan heldur ætlanina hjá Arabisku Samgonguni um at steðga harðskapinum alt fyri eitt og at taka herin úr býunum.

Meðan ST-aðalfundurin viðgjørdi uppskotið, helt sýriski herurin fram við álopum sínum á býirnar Homs og Deraa, og mannarættindafelagsskapir siga, at minst 41 fólk lógu eftirá í gjár. Sambært keldunum hava næstan 7.000 fólk latið lív, síðani uppreisturin byrjaði fyri 11 mánaðum síðani.